

Heilsurøktari til fast starv á seingjardeildini KS3 á Klaksvíkar sjúkrahúsi
Søkt verður eftir heilsurøktara á starvsbrøki 0,8 at starvast í skiftandi vaktum dag og kvøld, og annað ella triða hvørt vikuskifti, at byrja 01.01.2027.
Seingjardeildin er ein blandað medisinsk og kirurgisk deild við 22 seingjarplássum, sum veitir kanning, viðgerð og sjúkrarøkt. Á deildini er eisini dagskurð og viðrakning.
Á seingjardeildini hava vit visiónir um eitt høgt fakligt støði í sjúkrarøkt og umsorgan til sjúklingarnar og avvarandi. Vit arbeiða tvørfakligt við eini rehabiliterandi tilgongd og við virðing fyri tí einstaka menniskjanum. Fyri at sjúklingurin skal fáa eina góða sjúklingagond, verður veitt frálæra, stuðul og umsorgan, bæði til sjúklingin og til tey avvarðandi. Í mun til doyggjandi sjúklingar, stremba vit eftir, at tryggja umstøður til ein virðiligan deyða, eins og avvarðandi fáa umsorgan og stuðul í mun til tørv teirra.
Tað verður lagdur stórur dentur á, at tað í øllum toymum verður veittur ein tvørfakligur innsatsur. Tí hevur seingjardeildin tætt samstarv við aðrar fakbólkar í húsinum, sum eru við til at tryggja sjúklinginum eina optimala og dygdargóða sjúklingagond.
Vit kunnu bjóða:
-
eitt ábyrgdarfult, avbjóðandi, sjálvstøðugt og fjøltáttað starv
-
upplæring við útgangsstøðið í tínum fakligu førleikum og royndum
-
fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar við góðum sosialum samanhaldi
-
vit hava fokus á toymisarbeiði, ynskja ein jaligan hugburð, sum ávirkar trivna og góða sjúklingagongd.
Førleikar:
-
prógv og góðkenning sum heilsurøktari
-
dirvi, góð samstarvsevni og fleksibilitet
-
fakligan áhuga innan rehabilitering
-
eitt opið og jaligt sinni
-
góðan telduførleika.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðara, Ingrid Petersen tlf. 265935, ella teldupost: [email protected]
Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: [email protected]
Føroyskt




