
Roðin
UM OKKUM
Runavíkar -, Nes – og Sjóvar kommuna – hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m., sum við lóg varð flutt kommununum at umsita tann 1. januar 2015. Roðin umsitir økistænastuna í nevndu kommunum. Avtalan sæst her.
MÁL:
Mál okkara er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
Eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
Tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á “hjálpandi hondum”!
Tænasturnar eru skipaðar eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum sæst her.
Roðin veitir borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við tænastunum er, at: Fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan, veita røkt og umsorgan.
Leiðari fyri Roðan
Jóngerð Guttesen

Reingerðingsfólk til Eysturoyar røktar- og ellisheim
Eysturoyar røktar- og ellisheim søkir eftir tveimum reingerðingsfólkum.
Talan er um
- eitt starv á 30 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er frá kl. 8-14 gerandisdagar.
- Eitt starv á 26 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er frá 8-14 gerandisdagar.
FØRLEIKAKRØV
• Góð evni at samskifta
• Hug at arbeiða og samstarva við húsfólk og starvsfólk
• Fyrimun hava tey, sum eru von at vaska.
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett frá 01.10.25 ella skjótast tilber og lønt sambært sáttmála við KAF og av varðandifakfelag.
UMSÓKN
Meir fæst at vita um størvini við at ringja til Astu Nygaard á tlf 290206 ella 478200.
Umsókn verðður at senda við telduposti til rodin@rodin.fo og viðmerkjast “reingerð”
Lýsing er stovnað18. September 2025
Umsóknarfreist28. September 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
1 Friðartún, Runavík 620, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Fleiri størv (1)
Líknandi størv (2)