

Røktarstarvsfólk til Eysturoyar røktar- og ellisheimi
Søkt verður eftir:
Til Miðstovu:
- Einum heilsurøktara ella heilsuhjálpara í fast starv á starvsbrøki 0,7, svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri at atbeiða 3. hvørt vikuskifti.
- Einum heilsurøktara fyri heilsurøktara í farloyvi. Starvsbrøkurin er 0,925 svarandi til 37 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dag og náttarvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
Til Norðurstovu:
- Einum heilsurøktara ella heilsuhjálpara í fast starv á starvsbrøki 0,7, svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
Førleikakrøv
· Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
· Prógv sum heilsuhjálpari
· Áhuga at arbeiða við eldri
· Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
· Góð evni at samskifta í skrift og talu
· Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning
· KT-førleika á brúkarastøði
Vit bjóða tær
• ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
• ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
• eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum
Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.
Setanarviðurskifti
Føstu størvini eru til setan 1. november 2025 og farloyvisstarvið er til setan frá 1. november 2025 til 31. oktober 2026.
Størvini verða lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Randarsól Kristiansdóttir, deildarleiðara í Miðstovu, Telefon 290208 teldupostur randarsolk@rodin.fo og Kristbjørg Petersen deildarleiðara á Norðurstovu, telefon 290204 teldupostur kristbjorgp@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda tilrodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ” Miðstova” ella «Norðurstova».
