

Handverkari ella maskinistur
Er tú handverkari ella maskinistur? Vit hava eitt pláss í toymi okkara!
Vit leita eftir dugnaligum og álítandi maskinisti ella handverkara til okkara verkstað á Hjalla 20 í Hoyvík. Tú byrjar skjótast til ber.
Tú kemur at arbeiða við
- fyribyrgjandi viðlíkahaldi av útgerð.
-feilfinning og umvæling av maskinum og bilum.
-annað arbeiði á verkstaðnum og smiðjuni.
Vit bjóða
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
- Nútímans útgerð.
- Eitt fjølbroytt og gott arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
- Persónlig og fakliga førleikamenning.
- Menning av førleikum innan Volvo entreprenørmaskinur, ið eru partur av okkara umboðan.
- At verða ein partur av einum væl virkandi toymi, so tín daglig dagur gevur góða menning bæði persónliga, sosialt og fakliga.
- Spennandi og fjølbroyttar uppgávur.
- Kappingarføra løn og ágóðar.
Vit vænta at tú hevur
- Viðkomandi útbúgving sum t.d. maskinist, entreprenørmekanikari, maskinsmiður ella líknandi. Ert tú sjálvlærd/-ur við drúgvum royndum innan líknandi arbeiði, ert tú eisini vælkomin at søkja.
- Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.
- Fakligan áhuga at menna teg á verkstaðið okkara.
Vit ynskja at tú er
- Forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði.
- Dugnalig/-ur.
- Arbeiðssom/-samur.
- Tú arbeiðir sjálvstøðugt,
- Ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.
Verkstaðið hjá Articon heldur til á Hjalla
Í toyminum á verkstaðnum eru 23 fólk. Vit arbeiða m.a. við klárgerð, service, feilfinning og umvæling av bilum, stórbilum og entreprenørmaskinum. Vit hava eina stáldeild í framleiðir og uppsetur stálkonstruktiónir og gerð umvælingar - alt frá smáðum uppgávum til størri kai anlegg. Eisini taka vit okkum av at byggja og umvæla ymiskar tekniskar skipanir. Vit leggja stóran dent á góðan trivna.