Búsetur
Búsetur
Búsetur

Handverkari til elementframleiðslu

Vit leita eftir dugnaligum handverkarum til elementframleiðslu.
Hevur tú hug at vera partur av einum sterkum toymi, har góður handverkssiður og dygd eru í miðdeplinum?

Vit søkja ágrýtnar og dugnaligar handverkarar til okkara framleiðslu av timburelementum.

Um starvið
Sum handverkari í okkara elementframleiðslu fært tú ein lyklaleiklut í okkara verkætlanum. Tú verður partur av einum fakliga sterkum toymi og luttekur í framleiðslu og uppsetan av timburelementum og samtíðis tryggja eina høga góðasku í byggingini.
Um teg

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur viðkomandi handverksliga útbúgving
  • Ert skipaður og hevur dygd og trygd í hásæti
  • Kanst lesa tekningar og umseta tær til veruleika
  • Trívist væl í toymi, men kanst eisini arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða

  • Eitt støðugt starv í einari fyritøku í vøkstri
  • Góðar arbeiðsumstøður og nútímans hølir
  • Eitt sterkt toymi við góðum starvsfeløgum
  • Møguleika fyri fakligari menning og upplæring í serligum arbeiðshættum
  • Løn eftir førleikum

Umsóknarfreistin er 15. septembur 2025 og samrøður verða møguliga hildnar leypandi.


Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til Sjúrða Holm á 210830 ella skriva teldupost á sjurdur@busetur.fo.

Lýsing er stovnað1. September 2025
Umsóknarfreist15. September 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
24 Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki