Hiddenfjord
Hiddenfjord
Hiddenfjord

Rakstarleiðari til alingina á sjónum

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til okkara aling á sjónum.

Alingin fer fram á fimm firðum: á Miðvági, í Sørvági, á Velbastað, í Vestmanna og Suðuri í Bug í Vestmannasundi. Í alingini starvast 45 starvsfólk, sum eru skipað í hesi arbeiðsøki: framleiðsludeild við alarum, fóðring og tekniskum toymi og ein góðsku- og menningardeild.

Sum rakstrarleiðari fert tú í tøttum samstarvi við leiðsluna á Hiddenfjord og starvsfólkini í alingini at skapa bestu fortreytirnar fyri, at alingin verður rikin skynsamt lívfrøðiliga, umhvørvisliga og fíggjarliga. Tú fert at leggja til rættis soleiðis, at okkara starvsfólk hava góðar arbeiðsumstøður og neyðugar førleikar at útinna sínar uppgávur. Vit seta stór krøv til dygdargott arbeiði, arbeiðstrygd, og at vit í felag loysa uppgávur væl og til tíðina. Soleiðis fært tú ein lyklaleiklut at tryggja, at ætlaðar uppgávur verða framdar.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Í høvuðsheitum er talan um at skipa og vera ein virkin partur í hesum uppgávum:

  • Skipa og leggja arbeiðið til rættis
  • Tryggja, at starvsfólk trívast og mennast
  • Síggja til og ganga undan soleiðis, at okkara egna góðskuskipan verður fylgd
  • Hava ábyrgd av rakstrarútreiðslum, innkeypi og avtalum við veitarar
Krøv til útbúgving og førleikar

Vit vænta, at tú

  • dugir væl at samstarva við starvsfólk og leiðslu
  • hevur leiðaraevni, dugir at skipa arbeiðið og hevur gott yvirlit
  • hevur viðkomandi útbúgving og/ella leiðsluroyndir
Ágóðar við starvinum

Eitt áhugavert og avbjóðandi starv í einari nútíðar fyritøku við dugnaligum starvsfeløgum og nógvari nýhugsan. Hjá okkum kann ofta vera stutt frá tanka til gerð. Starvsfelagarnir eru dugnaligir, umhvørvið opið og tónin óformligur. Sum rakstrarleiðari vísir tú til alileiðaran.

Lýsing er stovnað7. May 2024
Umsóknarfreist26. May 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroysktMiðal førleiki
Stað
Sandavágur, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki