Berg Motors
Berg Motors
Berg Motors

Leiðari til verkstaðin

Berg Motors er í stórari menning, og sóknast vit tí eftir einum eldhugaðum og vælskipaðum verkstaðsleiðara til okkara persónbilaverkstað.

Sum verkstaðsleiðari hevur tú ein lyklaleiklut hjá okkum, og ert við til at mynda okkum yvirfyri viðskiftafólkum og veitarum. Tí er sera umráðandi, at tú ert útvend/ur og fyrikomandi.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Arbeiði fevnir í høvuðsheitinum um:

  • Kundamóttøka- og samskifti 
  • Innskriving og fakturering
  • Skipan og góðskutrygging av dagliga arbeiðnum 
  • Samskifti við okkara veitarar viðv. umvælingum og garanti
  • Handfaring og dagføring av garanti arbeiði
  • Vegleiðing og førleikamenning av verkstaðstoyminum 
  • Dagføring og viðlíkahald av verkstaðnum
  • Yvirskipað fíggjarlig ábyrgd
Krøv til útbúgving og førleikar

Vit leita eftir einum biltøkningi, ella einum við hollum royndum innan bilar og biltøkni.

Eisini er ynskiligt, at tú hevur royndir innan líknandi framleiðsluarbeiði og toymisleiðslu, umframt innlit í fíggjarlig rakstrarviðurskifti.

Teldukunnleiki á góðum brúkarastøði er ein treyt.

Somuleiðis vænta vit, at tú hevur eitt lætt og opið lyndi, og at tú dugir væl at samstarva- og samskifta við bæði viðskiftafólk og starvsfelagar. Eisini tá løturnar eru avbjóðandi.

 

Lýsing er stovnað12. April 2024
UmsóknarfreistEingin freist
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki