Articon
Articon
Articon

Mekanikari til verkstaðið

Brennir tú fyri at arbeiða við bilum, stórbilum, entreprenørmaskinum, stáli og tekniskum skipanumannars? Mekanikaratoymi okkara á verkstaðnum hevur pláss fyri einum mekanikara, faklærdum ellavið drúgvum royndum á økinum.

Mekaniska deildin fast serliga við at servicera og feilfinna mekaniskar, hydrauliskar og elektriskartrupulleikar á maskinum o.ø.

Tú fært stóra ávirkan á arbeiðsdagin hjá tær. Vanlig arbeiðstíð er mánadag til fríggjadag frá 8:00 til16:10, men vit hava ofta nógvar uppgávur, so tann dugnaligi og ágrýtni mekanikarin kann fáa nógvayvirtíð, um tað er eitt ynski.

Vit bjóða

  • nútímans útgerð,
  • skipað arbeiðsviðurskifti,
  • persónliga og fakliga førleikamenning,
  • eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað,
  • ein felagsskap í einum vælvirkandi toymi, har gerandisdagurin gevur meining og menning,bæði persónliga, sosialt og fakliga.

Vit vænta, at tú

  • ert íðin,
  • ert røkin og álítandi,
  • kanst taka egnar avgerðir,
  • hevur eitt ljóst og smittandi lyndi,
  • brennir fyri omanfyrinevndu uppgávum.

Vilt tú vita meira um starvið?
Set teg í samband við Bárð Árnason, leiðara, á telefon 216102.

Verkstaðið hjá Articon heldur til á Hjalla
Í verkstaðstoyminum eru um 30 fólk. Vit arbeiða m.a. við klárgerð, service, feilfinning og umvælingav bilum, stórbilum og entreprenørmaskinum. Vit hava eina stáldeild, ið framleiðir og uppsetirstálkonstruktiónir og ger umvælingar – alt frá smáuppgávum til størri kai-anlegg. Vit taka okkumeisini av at gera og umvæla ymsar tekniskar skipanir. Vit leggja stóran dent á góðan trivnað. Símeira á fylgjandi leinkju https://www.articon.fo/fo/vit-bjoda/verkstadid

Verkstaðið er eitt góðkent Volvo verkstað.

Lýsing er stovnað2. May 2024
Umsóknarfreist13. May 2024
Stað
20 Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki