Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya

Netumsitari

Netumsitari til Kringvarp Føroya – ver við til at tryggja KT-økið og framtíðar menning í einum fakliga sterkum toymi!

Hevur tú hollar royndir innan netumsiting og brennur fyri KT? So kanst tú nú gerast partur av Kringvarpi Føroya, har tú fært ein avgerandi leiklut í at tryggja og menna okkara netverk og KT-infrakervi.

Hví velja Kringvarp Føroya?

Í Kringvarpinum arbeiða vit millum annað fyri at tryggja dygdargott og nútímans samskifti við borgarar, og okkara KT-deild er ein týðandi liður í hesum arbeiði. Tú verður partur av einum fakliga sterkum toymi, har samstarv, menning og eitt jaligt arbeiðsumhvørvi hava høga raðfesting. Vit leggja stóran dent á samanhald og trivnað – tí vit vita, at eitt vælskipað og gott arbeiðsumhvørvi er lykilin til góð úrslit.

Um starvið

Títt fokus verður at røkja og umsita netverk og nettænastur í Kringvarpinum. Hetta fevnir eitt nú um:

  • Umsiting og viðlíkahald av neti, herundir KT-trygd og dagføring av netloysnum.
  • Umsiting og viðlíkahald av ambætarum og serskipanum saman við KT-toyminum og veitarum.

Hvat vit bjóða tær:

  • Eitt fakliga sterkt og mennandi arbeiðspláss:

Tú verður partur av eini framfýsnari KT-deild, har læring og menning eru í miðdeplinum.

  • Eitt starv við avbjóðingum og fjølbroytni:

Hvønn dag møtir tú nýggjum spennandi uppgávum innan KT-menning, trygd og netumsiting.

Vit hava eitt tætt samstarv í KT-toyminum, har vit stuðla hvør øðrum og trívast saman – bæði fakliga og sosialt.

  • Luttøku í arbeiðinum at seta í verk nýggja tøkni og menna verandi KT-loysnir.

Tínir eginleikar:

  • Tú brennur fyri KT-fakinum og hevur áræði at seta teg inn í nýggja tøkni.
  • Tú ert røkin, nærløgd/-lagdur og hevur góð samstarvsevni.
  • Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men trívist eisini í toymum, har vit stuðla og læra av hvørjum øðrum.

Tínir førleikar:

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving og/ella hollar royndir við umsiting av neti.
  • Tú hevur sterkar royndir við Microsoft, Linux og netútgerð (Cisco og FortiGate).

Setanartreytir:

Starvið er tíðaravmarkað til 28. februar 2026. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Meira kunning:

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára Poulsen, KT-leiðara, á tlf. 296676 ella telduposti kpo@kvf.fo.

Lýsing er stovnað13. February 2025
Umsóknarfreist25. February 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
100, 20 Norðari Ringvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki