Formula
Formula
Formula

KT-netumsitari

Virksemið á Tøkni- og rakstrarloysnum á Formula er alsamt vaksandi. Tí leita vit eftir einum KT-netumsitara.

STARVIÐ

Vit arbeiða miðvíst við heildarupplivingini, vit geva kundum okkara. Vit vita, at sjálvt infrakervið er ein neyðugur partur av eini størri heild í samlaðu veitingini til kundan. Orka skal leggjast í, at fáa fólk og tøkni at spæla saman soleiðis, at samlaða veitingin skal eydnast.
Kervistoymið hevur tí ein serliga leiklut á Formula. Vit vilja styrkja toymið, og hava tí brúk fyri tær.

Vit sóknast eftir einum royndum og eldhugaðum KT-netumsitara, sum brennir fyri at tryggja stabilitet, trygd og framkomnar loysnir hjá kundum okkara. Sum partur av okkara KT-toymi fært tú ábyrgd av rakstri, menning og dagføring av netverks- og KT-infrastruktur hjá kundum okkara, har fokus verður á trygd og álitandi tænastur

Tú sært loysnir heldur enn trupulleikar, og tú hevur evnini at koma frá tørvi kundans til røttu loysnina.

ARBEIÐSUPPGÁVUR

  • Umsiting og rakstur av netverkum, herímillum LAN, WAN, VPN og Wi-Fi-loysnir.
  • Tryggja netverkstrygd við dagføringum, firewalls, intrusion detection og MDR.
  • Monitorera og loysa trupulleikar við netverki og skipanum
  • Stýra KT-infrastruktur og optimera loysnir.
  • Menna og dagføra mannagongdir fyri KT-rakstur og trygd.
  • Ráðgeva um nýggjar KT-loysnir og luttaka í verkætlanum innan netverk og infrastruktur.

TÍNIR FØRLEIKAR

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu.

Tú ert fyrikomandi, nærløgd/lagdur og hevur lætt við at samskifta við kundar eins væl og starvsfelagar. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt uppí at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað(ur).

Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kennir tínar styrkir. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert ikki bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving innan KT, ella samsvarandi royndir.
  • Minst 3-5 ára royndir sum KT-netumsitari ella líknandi.
  • Sterkar førleikar innan netverksteknologiar (Fortinet, CISCO ella líkandi).
  • Royndir við trygdarloysnum, herímillum firewalls, VPN og netverksmonitorering.
  • Førleiki at arbeiða skipað og sjálvstøðugt í einum krevjandi arbeiðsumhvørvi.
  • Gott hegni at samskifta við starvsfólk á øllum stigum.
  • Fyrimunur, um tú hevur prógv (t.d. FortiNET, CCNA, CCNP ella líknandi).

Tað er týdningarmikið, at tú ert forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni og arbeiðsgongdir, og harvið megnar at nema tær nýggja vitan.

VIT BJÓÐA

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum framtakshugaðum KT-toymi.
  • Møguleika fyri menning og skeið í samband við nýggjar KT-loysnir.
  • Góðar arbeiðsumstøður og eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.
  • Kappingarføra løn og setanartreytir sambært avtalu.

STUÐLANDI OG STIMBRANDI UMHVØRVI

Á Formula er tað úrslitið, sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum, er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum sterkum toymi við rakstrarfólki, verksetarum, supportarum, sølu- og marknaðarfólki, umframt verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú er best(ur) til.

Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá almennum og privatum fyritøkum kring alt landið, eisini veita vit hýsingartænastu og “Cloud” loysnir.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

UMSÓKN

Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum skulu sendast okkum á https://starv.formula.fo/Vacancy/Index/2056 í seinasta lagi sunnudagin 9. mars 2025.

Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Arne Jacobsen, toymisleiðara á tel. 244187 ella Eyðun Thorsvig, leiðara á Tøkni- og rakstrarloysnum á tel. 244145.

Lýsing er stovnað11. February 2025
Umsóknarfreist9. March 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
2 Óðinshædd, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.KundatænastaPathCreated with Sketch.Læri skjóttPathCreated with Sketch.NærlagniPathCreated with Sketch.Tøkniligir førleikar
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (1)