
Nema
Vit hava altíð gingið á odda. Frá tí vit fingu fyrstu telduna til Føroya og fyrst at lansera nýggjastu fjarskiftistøknina, til nú, vit eru ein av fremstu veitarum í Føroyum av KT loysnum- og skipanum, teldum, fjarskifti og skrivstovulutum.
Alt ið krevst, hjá fyritøkum, kommunum, almennum stovnum og privat fólkið at trívast, mennast og vaksa.

Nema søkir eftir handilsleiðara
Ert tú ein eldsál við áhuga fyri sølu, fólki og at geva kundum eina góða uppliving? Droymir tú um at leiða ein av teimum mest spennandi og fjølbroyttu handlunum í Føroyum?
Vit leita eftir einum handilsleiðara, sum kann taka ábyrgdina fyri Nema-handlunum í Tórshavn og í Klaksvík.
Tín leiklutur
Sum handilsleiðari hjá Nema ert tú altíð tætt við kjarnuna av okkara sølu og tænastu. Tú verður tann, ið tryggjar, at bæði okkara handlar og nethandil koyra við somu Nema-orku, og at vit møta kundunum við einum smíli og við einum “ JA! ” hugburði.
Tú kemur at
- Stýra og røkja dagliga raksturin av handlinum í Havn, arbeiðistíðin er frá 09.30-17.30
- Ganga á odda í sølu, við góðum yvirliti yvir vørur, prísir og handilsátøk
- Leiða eitt toymi av lærlingum og handilsfólki – og tryggja trivna, upplæring og motivatión
- Taka ábyrgd fyri tænastustøgið, ið vit veita í handlum okkara
- Saman við marknaðardeildini tryggja kappingarført, sjónligt og livandi úttrykk í handlunum og á nethandlinum
- Fáa ábyrgd fyri verkstaðnum, nethandlinum og tænastustøðinum – við menning fyri eyga.
Vit leita eftir tær sum
- Brennur fyri sølu, leiðslu og góðari tænastu
- Hevur skil fyri handilsdrivnum KPI’um og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- Er jalig/ur, málsøkin og dugir at seta seg í støðuna hjá kundanum
- Hevur royndir innan handil, kundatænastu, sølu ella leiðslu – við rætta hugburði og ágrýtni
- Dugir at hugsa um dagligu uppgávurnar, leiðslu, strategi og framtíð.
Vit bjóða tær
- Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum dynamiskum og livandi arbeiðsumhvørvi
- Møguleikan at seta tín dám á hvussu Nema-handilarnir upplivast
- Tætt samstarv við okkara deildir innan marknaðarførslu, innkeyp, KT-sølu og kundatænastu
- Møguleikan at leiða eitt toymi, sum hevur funnið seg væl til rættis í okkara “JA”-mentan
- Góðar starvsfólkaágóðarnir og løn eftir avtalu.
Tíni høvuðsábyrgdarøki
- Handil & Søla: Útsýni, príslegging, søluátøk og dagføringar
- Lærlingar: Leiðsla, trivnaður, upplæring og coaching
- Nethandil: Koordinatión, tilboð og trygd fyri, at alt hongur saman
Forvitin?
So ring ella skriva til Tóka Ellefsen á Brúgv, privatkundastjóra, á 502017 ella [email protected].
Lýsing er stovnað4. apríl 2025
Umsóknarfreist23. apríl 2025
Málslig krøv
FøroysktKravt
Stað
5 Smyrilsvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Fleiri størv (2)


