

Námsfrøðingur
Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið undir Brúnni eftir námsfrøðingi til vøggustovu at arbeiða 30 til 40 tímar um vikuna at byrja 1. mars 2024 ella skjótast til ber.
Um ongin námsfrøðingur søkir, hava onnur fakfólk og hjálparfólk við royndum, framíhjárætt.
Hvørji eru vit?
Býlingshúsið undir Brúnni er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum 0 til 7 ár. Tvær vøggustovur eru uppiá og tvær barnagarðsstovur eru niðriundir. Námsfrøðiliga arbeiða stovurnar í góðum, tøttum, nærløgdum relatiónum við børn og foreldur, so at børnini trívast og
mennast í einum rúmligum umhvørvi, har spælið hevur stóran týdning. Vit eru »spælkiklók«, liva okkum inn í barnaverðina, og menna hugflogið hjá barninum.
Vit hava ein stóran og fjølbroyttan garð, við vallalendi og eini rennandi á. Garðurin gevur barninum nógvar og góðar avbjóðingar bæði rørsluliga og náttúruliga. Børnini fáa tíð og frið til spæl, so tey kunnu undrast og »fordjúpa« seg. Vit liggja í einum friðarligum øki, hava stutta leið út í fríu náttúruna og hava gott busssamband til allan býin.
Vit vænta av tær, at tú:
- ert blíð, fyrikomandi og hevur gott yvirlit
- hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt
- ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- ert inkluderandi
- reflekterar yvir egið arbeiði
- ynskir at vera ein partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi
- við tínum dugna og fleksibiliteti ert við til at stuðla undir okkara trivnað, menning og samstarv fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfelagum
Hettar so at ØLL bæði børn, foreldur og starvsfólk vera sædd, hoyrd og tikin í álvara.
Vit bjóða tær eitt týdningarmikið starv:
- har viðurkenning og góðar relatiónir er grundarlagið fyri trivnaði, menning og samstarvi, fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfelagum.
- har relatiónsarbeiði, spæl og fordjúpilsi hjá barninum, hevur stóran týdning
- har menningin av tí einstaka barninum, er ein týðandi partur
- fjølbroyttar og spennandi avbjóðingar
- har foreldrasamstarv hevur stóran týdning
- har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Umsóknin skal, saman við próvi, cv og viðmælum, verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. februar 2024 kl. 12.



