
Dagstovnurin í Hoyvík
Dagstovnurin í Hoyvík stendur skamt frá kirkjuni og skúlanum í Hoyvík. Vit hava ein stóran og deiligan garð, sum er eitt náttúruspælipláss við alskyns møguleikum, har børnini fáa nógvar avbjóðingar og upplivingar.

Námsfrøðingur
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir einum námsfrøðingi.
Skúlabólkastovan søkir eftir námsfrøðingi at arbeiða 30-40 tímar um vikuna. Á stovuni ganga 16 børn og har arbeiða ein námsfrøðingur og tvey hjálparfólk við fleiri ára royndum.
Vit vænta, at:
- tú ert nærverandi
- tú tekur ábyrgd og hevur grundleggjandi ynski um at lyfta námsfrøðiligu uppgávurnar á stovuni/stovninum
- tú hevur hug at gera dagin fjølbroyttan og mennandi fyri hvørt einstakt barn
- tú setir í gongd og klárar at arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða:
- fakligar og persónligar avbjóðingar
- gott stuttligt arbeiðsumhvørvi og gott samanhald
- støðugan starvsfólkabólk við drúgvum royndum (miðalaldurin er 43 ár)
- ein gerandisdag við góðum foreldrasamstarvi, felagsanda og felagsskapi
- námsætlan, sum er gjørd útfrá menningarstigunum hjá barninum
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Lýsing er stovnað6. september 2023
Umsóknarfreist25. september 2023
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Hoyvík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki


