
Smílikullan
Frítíðarheimið Smílikullan heldur til í bygdarskúlanum í Miðvági og er fyri børn í 1. og 2. flokki.
Smílikullan liggur sum ein perla, beint við sandin, fótbóltsvøllin, stóra spæliplássið í bygdini og viðarlundina.

Námsfrøðingar til Smílikulluna
Søkt verður eftir námsfrøðingum til eitt spenndandi og fjølbroytt starv í frítíðarskúlanum Smílikullan. Talan er um trý størv á 25-30 tímar um vikuna og eitt stuðuls starv á 15 tímar um vikuna.
Størvini verða sett sum skjótast ella 1. september 2023. Møguleiki er fyri færri/fleiri tímum um vikuna.
Vit vænta
- at tú ert við til at menna námsfrøðliga arbeiði á stovninum, er kreativ/ur og torir at hugsa nýtt
- at tú ert fleksibul, hevur eitt gott hugflog, dugir at hugsa í loysnum og hevur eina jaliga tilgongd til uppgávuna
- at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvi við børn, foreldur og starvsfelagar
- at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir, ið fremja barnsins bestu menning
- at tú hevur hug og áræði, at vera við til at skapa ein fjølbroyttan, stuttligan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum
- at tú hevur vitan og/ella áhugan fyri at læra viðkomandi amboðini og arbeiðshættirnar
- at tú hevur ein burðardyggan og náttúruvinarligan hugburð
- at tær dámar væl at vera úti og brúka rørslu, og náttúruna, sum námsfrøðiligt amboð
Vit kunnu bjóða tær
- eitt fakligt mennandi starv í einum stovni í menning, við nýhugsan og nýggjari visjón
- eitt spennandi og gott arbeiðsumhvørvi
- eitt starv har tú kanst nýta tínar dygdir og hava ávirkan, samstundis sum tú mennir teg sjálva/n
- eitt starv við ymsum verkætlanum, ið er í tøttum samstarvi við øðrum myndugleikum
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 11 - kl. 17:00 í Smílikulluni.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2- 8.
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Lýsing er stovnað8. august 2023
Umsóknarfreist23. august 2023
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Vága kommuna
á Tormansbakka 13
Starvsslag
Egnað til
Starvsgreinar
Starvsmerki


