

Námsfrøðingar og avloysarar til dagstovnin Barnalund
Søkt verður eftir:
- Námsfrøðingum til bæði vøggustovu og barnagarðsstovu, at arbeiða 30-40 tímar um vikuna.
- Føstum avloysara at starvast 25-35 tímar um vikuna. Tó kann tímatalið tillagast. Okkara fasti avloysari røkir fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og kemur at starvast í bæði vøggu- og barnagarðsstovunum í samband við fráveru vegna feriu, sjúku o.l. Leiðslan leggur arbeiðsætlan. Tó er týdningarmikið at megna broytingar við stuttum skotbráið.
Størvini eru til setan 4. august 2025, ella eftir nærri avtalu.
Námsfrøðilesandi, ið fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja.
Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Hvørji eru vit:
Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 10 mánaðir - 6 ár. Stovnurin er skipaður í tvær lonir,- við tveimum stovum í hvørjari lon. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur lonirnar saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Á stovninum nýta vit Betri Vinir og TÍTT – tiltøk í tøkum tíma sum arbeiðsamboð. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: www.fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/
Vit sóknast eftir starvsfólki:
- ið hevur umsorgan fyri børnunum
- ið er jaligt, og brennur fyri at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum
- ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- ið samskiftir týðiligt og hevur góð samstarvsevnir
- ið hevur gott yvitlit og megnar at skipa dagin
- ið er eldhugað og konstruktivt
- ið megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
- ið sær møguleikar fram um avmarkingar
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt starv har fyrireikingartíð er skemaløgd
- introdag, har tú saman við øðrum nýggjum stavsfólkum fært kunning um arbeiði á dagstovni og TÍTT sum arbeiðsamboð
- eitt áhugavert og avbjóðandi starv
- fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan
Setanarviðurskiftir:
Arbeiðstíðin er mánadag-fríggjadag millum kl. 7.15-17.00, og fundarvirksemi eftir vanliga arbeiðstíð.
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita um størvini:
Vilt tú vita meira um stovnin og størvini, kanst tú seta teg í samband við leiðaran í Barnalund
Hannu I. Hansen á tlf. 238031 ella barnalund@fuglafjordur.fo . Tú ert eisini vælkomin at vitja okkum á Mirmansvegi 39A í Fuglafirði.
Umsókn:
Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 1. juni.















