Sóljuhjarta
Sóljuhjarta
Sóljuhjarta

Námsfrøðingar og hjálparfólk

Størvini eru til nátturubarnagarð í Æðuvík og vøggustovu og barnagarð í Søldarfirði.

Vit søkja eisini hjálparfólk/avloysarar, sum vit kunnu senda boð eftir, eftir tørvi.

Um okkum:


Í Sóljuhjartanum eru 4 barnagarðstovur, 3 vøggustovur og náttúrbarnagarður í Æðuvík.

Í Sóljuhjartanum starvast 40 fakligt dugnalig og íðin starvsfólk.

Vit vænta av tær, at tú:

ert álítandi, fleksibul, íðin, stöðugur og nærlagdur

sært møguleikar í náttúruni og dugir at gera brúk av teimum í arbeiðinum

hevur umsorgan fyri børnum

dugir væl at samskifta og hevur góð samstarvsevnir

hevur gott yvirlit og megnar væl at skipa dagin

er nýhugsandi, ígongdsetandi og megnar broytingar um so skuldi verið


Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya

Nærri fæst at vita um størvini, við at tosa við til Káru Løkin, leiðara tlf. 297171

Lýsing er stovnað7. August 2024
UmsóknarfreistEingin freist
Stað
Søldarfjørður, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki