Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu
Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu
Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu

Sosialráðgevi

Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu søkir eftir sosialráðgeva. Talan er um eitt barsilsstarv á 39 tímar um vikuna frá 1. november 2024 til 15 desember 2025.

Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv á einum góðum arbeiðsplássi við góðum og dugnaligum starvsfeløgum. Arbeiðið í Barnaverndartænastuni hevur til endamáls at tryggja, at børn og ung í aldrinum frá 0 til fylta 23. árið, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Arbeiðið umfatar m.a. málsviðgerð, kanningararbeiði, samrøður við børn, ung og vaksin – at stuðla og ráðføra familjum, børnum og ungum við avbjóðingum.

Í starvinum kann væntast nógv samskifti og samstarv við aðrar samstarvsfelagar. Her verður serliga hugsað um samstarv við málsviðgerar, sálarfrøðingar, familjuráðgevar, heilsufrøðingar, starvsfólk á dagstovnum og skúlum.

Tú skalt tískil kunna luttaka virkin á tvørfakligum fundum v.m.

Vit vænta at tú:
• ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt
• ert jalig/ur av lyndi og dugir at síggja loysnir fram um forðingar.
• hevur góð samstarvsevnir og ert fleksibul
• ert tolin og rúmlig/ur av lyndi, samstundis sum tú megnar at siga frá og vera avgjørd/ur í verki
• hevur eina jaliga menniskjafatan
• dugir at skipa ein gerandisdag saman við viðkomandi borgara/um
• ert sálarliga væl fyri
• hevur góð evni at samskifta í skrift og talu

Løn:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
viðkomandi fakfelag.

Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan, skuluvera Barnaverndartænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, Karvatoftir 4B, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi hósdagin tann 26. september 2024 kl. 15:00.

Eisini ber til at sendaumsókn v.m. á teldupost:
ingi@fuglafjordur.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Hansen, leiðara á telefon +298 23 80 56

Lýsing er stovnað17. September 2024
Umsóknarfreist26. September 2024
Stað
Fuglafjørður, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki