

Matstovuleiðari til Angus Steakhouse í Tórshavn
Til væl vitjaðu matstovuna í Tórshavn leita vit eftir einum ábyrgdarfullum matstovuleiðara.
Vit leita eftir viðkomandi, ið hevur áhuga í at leiða, ganga undan og vera ein fyrimynd í menningini av heildarupplivingini í Angus í Tórshavn.
Matstovuleiðarin hevur ábyrgdina av:
-
Dagliga rakstrinum og tænastuni í matstovuni
-
Starvsfólkunum í matstovuni
Herundir at seta fólk, gera vaktarætlan og at læra og menna tey.
-
At bíleggja vørur í samráð við køksleiðaran
-
At ganga á odda fyri góðari kundatænastu
Av tær vænta vit, at:
-
Tú dugur at hava yvirlit og at arbeiða skipa
-
Tú hevur royndir innan matstovuyrki
-
Tú er smílandi og tænastusinnað/ur
-
Tú hevur góð samstarvsevni
Talan er um fulltíðarstarv. Av tí, at tú hevur ábyrgdina av matstovuni um kvøldi og í vikuskiftinum eisini, kanst tú vænta skiftandi arbeiðstíðir.
Løn er sambært avtalu. Freistin at søkja er 18. mai 2025 á midnátt, og verður starvið sett eftir avtalu. Eru spurningar til starvið kanst tú venda tær til Katrin Káradóttir á telefon 233425.

