
eta
Útvið matsøla mitt í miðbýnum í Tórshavn, har tú fært alt frá pizza til sushi. Tú kanst eisini keypa sodavatn og okkurt søtt.

Starvsfólk til eta
eta leitar eftir einum starvsfelaga at standa við kassan og koyra mat út! Vit hava okkara pitsa – vit mangla bara tína hjálp.
Um eta:
eta liggur mitt í Vágsbotni og bjóðar føroyingum og ferðafólki lekrar pitsur og leskiligar drykkivørur. Arbeiðið er fjølbroytt og spennandi, og vit leggja stóran dent á, at tað skal vera stuttligt at vera til arbeiðis. Tú verður partur av einum toymi, har trivnaður og góður stemningur altíð eru í hásæti.
Arbeiðsuppgávur:
- Avgreiða kundar við kassan
- Pakka ordrar til take-away og útkoyring
- Koyra mat út til okkara kundar (við bili)
- Hjálpa til við at halda staðið reint og rudduligt
- Taka í, har tað annars er brúk fyri tí
Vit vænta, at tú:
- Ert positiv/ur, blíður/blíð og hevur lætt við at smílast
- Hevur ábyrgdarkenslu og ert álítandi
- Klárar at halda eitt høgt tempo, eisini tá nógv er at gera
- Hevur koyrikort
- Kanst arbeiða seinnapartar og um kvøldið, millum kl. 16 og 22
- Ert við upp á at arbeiða í vikuskiftunum
Vit bjóða tær:
- Eitt toymi við góðum samanhaldi og nógvum góðum løtum
- Ein arbeiðsdag, ið aldrin er keðiligur
- Ábyrgd og møguleika at arbeiða sjálvstøðugt
- Starv við 16–20 tímum um vikuna
Soleiðis søkir tú:
Send okkum tína umsókn og lívsrensl umvegis Alfred.
Hevur tú spurningar? Skriva endiliga til okkum á cesar@eta.fo.
Umsóknarfreistin er 18. mai, men vit halda samrøður leypandi – so søk heldur í dag enn í morgin!
Lýsing er stovnað22. April 2025
Umsóknarfreist18. May 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
100, 1 Tórsgøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (2)