Kanjon
Kanjon
Kanjon

Leiðari til betongframleiðsluna

Leiðari til betongframleiðsluna

Kanjon sóknast eftir leiðara til betongframleiðslu okkara í Klaksvík, at byrja skjótast møguligt.

Í meira enn 50 ár hevur betongframleiðsla verið ein tíðandi partur av okkara virkisøki, har vit hava framleitt og veitt dygdargott betong til føroysku byggivinnuna og privatkundar.

Leiðarin fyri betongframleiðsluni, hevur dagligu ábyrgdina av betongframleiðsluni og luttekur eisini í dagliga rakstrinum av framleiðsluni. Somuleiðis hevur tú ábyrgdina av umsitingarligum uppgávum ísv. Framleiðsluna.

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:

  • Betongframleiðslu við framkomnari útgerð.
  • Samskifti við kundar og veitara
  • Samskipan av framleiðslu og útkoyring
  • Leypandi eftirlit og viðlíkahald av betongblandiskipan v.m.
  • aðrar fyrifallandi uppgávur.

Førleikakrøv
Tað er fyrimunur, um tú hevur viðkomandi útbúgving, til dømis sum maskinist, maskinsmiður, elektrikari e.l.. Royndir innan líknandi arbeiði eru eisini ein fyrimunur, men eingin treyt.

Tú dugir væl við fólki, og tær dámar at ganga á odda, tá arbeiðið skal leggjast til rættis og útinnast. Leiðsluroyndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Sum persónur ert tú samstarvandi, væl skipað/ur og dugir væl at finna loysnir. Eisini er umráðandi, at tú hevur góðar samskiftisførleikar.

Umsitingarligu uppgávurnar krevja, at tú hevur góðan telduførleika. Hetta merkir, at tú skalt hava kunnleika til teldupost, tekstviðgerð og rokniark.

Talan er um fastlønt fulltíðar starv.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Kjartan Hansen stjóra á 554040 ella kh@kanjon.fo

Lýsing er stovnað25. August 2024
UmsóknarfreistEingin freist
Stað
Klaksvík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki