Borg
Borg
Borg

KREATIVT OG SPENNANDI STARV Í KØKSDEILDINI Í BORG TÓRSHAVN

Vit hava úr at gera í Borg Tórshavn, og vit mangla teg.

Tú hevur gott hugflog og dámar væl at ráðgeva og vegleiða kundum viðvíkjandi keypi av køki, baðrúmi og klædnaskápum.

Tú hevur ein natúrligan sans fyri at vinna álit hjá kundunum og røkka teirra tørvi.

Tú trívist við avbjóðingum, og sært okkum sum eitt toymi, ið arbeiðir saman um framsøkin mál.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR

Tú hevur samband við nógvar ymiskar kundar, sum hava tørv á nýggjum loysnum til køk, baðirúm og klædnaskáp. Grundleggjandi verða uppgávurnar hjá tær at:

  • Ráðgeva og veita íblástur til kundar í sambandi við at finna loysnir til innrætting
  • Tryggja kundunum eina smidliga tilgongd, so upplivingin gerst best møgulig
  • Taka tær av øllum stigunum í tilgongdini - frá tí at tú tekur ímóti kundanum í handlinum fyrstu ferð, inntil vøran er handað kundanum endaliga
  • Luttaka í sølufremjandi tiltøkum

Hvør ert tú?

Vit vænta, at tú:

  • Elskar at selja og skilur týdningin av nøgdum kundum
  • Hevur góðan KT-førleika (tú fært upplæring í at brúka okkara skipanir)
  • Ert útvend/ur og dámar at arbeiða við menniskjum
  • Ert framsøkin og vilt mennast bæði fakliga og persónliga
  • Ert skipað/ur og hevur gott hugflog

Hvat kunnu vit bjóða tær?

Eitt starv í eini fjølbroyttari og spennandi fyritøku við góðum starvsfelagum og góðum samanhaldi. Starvstaðurin er í Borg Tórshavn. Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Danny á tlf. 237240.

Send okkum tína umsókn, lívsrensl og møgulig prógv og ummæli umvegis alfred ella á hr@borg.fo og viðmerk ‘Køksdeildin í Borg Tórshavn’. Umsóknarfreistin er 14. apríl 2025.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Lýsing er stovnað14. March 2025
Umsóknarfreist14. April 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki