
Intersport Klaksvík
Hjá INTERSPORT vilja vit duga best at tæna ítróttarfólki við tí bestu vøruni og tí bestu leiðbeiningini. Vit eru ein partur av heimsins størstu ítróttarketu við meira enn 5.400 handlum í 44 londum.
INTERSPORT er ein av Føroya størstu ítróttarhandlum. Vit hava tríggjar handlar, og vit eru í fúkandi menning.

Arbeið eftir skúlatíð ella hálva tíð í Intersport Klaksvík.
Intersport søkir eftir fólki, sum eru til at arbeiða eftir skúlatíð ella hálva tíð.
Hevur tú hug at royna teg sum sølufólk og arbeiða í góðum arbeiðsumhvørvi saman við øðrum góðum fólki, so hevur tú møguleikan hjá okkum.
Arbeiðstíðinar eru skiftandi og nærri avtalaðar við setan.
Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við Trónd Matras, á tlf. 235352. ella á teldupost: tm@intersport.fo
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Thomas Dam intersport
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Arbeiðið fevnir um at hjálpa kundunum hjá okkum og at syrgja fyri at handil sær gott út.
Lýsing er stovnað4. March 2025
Umsóknarfreist24. March 2025
Málslig krøv

Kravt

Kravt

Kravt
Stað
10 Vágstún, Klaksvík 700, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
Kundatænasta
Egnað til
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (2)