Heygabúðin
Heygabúðin
Heygabúðin

Kom við í okkara blíða og livandi handilstoymi! 🛒

Starvsfólk til Heygabúðina

Vit leita eftir einum ágrýtnum og fyrikomandi starvsfólki til handilin hjá okkum. Starvið er millum 30 og 40 tímar um vikuna, og verður sett skjótast gjørligt – eingin umsóknarfreist.

Um starvið:

Tú verður ein týðandi partur av dagliga rakstrinum í Heygabúðini og kemur m.a. at arbeiða við:

  • kassaarbeiði og kundatænastu
  • vørumóttøku og uppstilling
  • bílegging og áfylling av vørum
  • øðrum fyrifallandi uppgávum í handlinum

Vit ímynda okkum, at tú:

  • ert blíð/ur og fyrikomandi við góðum tænastusinni
  • ert røkin og tekur ábyrgd
  • trívist við at hava nógv um hendurnar
  • dámar væl at arbeiða við fólki og í einum toymi

Soleiðis søkir tú

Umsóknir skulu sendast umvegis Alfred. Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, kanst tú seta teg í samband við Petru Frederiksberg, tlf. 505220 ella við telduposti til heygabudin@heygabudin.fo

Lýsing er stovnað1. July 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
29 Heygavegur, Klaksvík 700, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki