Várperla
Várperla
Várperla

BLOMSTURDEKORATØRUR

BLOMSTURDEKORATØRUR TIL VÁRPERLU Á GLYVRUM

Vit eru flutt inn í nýggjar og flottar karmar í Borg á Glyvrum, og vit mangla teg.

Tú ert kreativ/ur, dámar væl at brúka tít hugflog og ráðgeva viðskiftafólki viðvíkjandi keypi av blómum, plantum, prýðislutum og øðrum.

Tú arbeiðir sjálvstøðugt, trívist við avbjóðingum og at hava nógvar bóltar í luftini í senn.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR

Tú hevur samband við nógvar ymiskar kundar og grundleggjandi verða uppgávurnar hjá tær at:

  • Taka ímóti okkara viðskiftfólki, sum koma inná gólvið
  • Ráðgeva í keypi av blómum, plantum og planturøkt
  • Binda blómutyssi, gera samanplantingar, gávukurvar, v.m.

Hvør ert tú?

Vit vænta, at tú:

  • Elskar at vera kreativ/ur og brúka títt hugflog
  • Ert útvend/ur og dámar at arbeiða við menniskjum
  • Ert framsøkin og vilt mennast bæði fakliga og persónliga
  • Ert skipað/ur

Hvat kunnu vit bjóða tær?

Eitt starv í eini fjølbroyttari og spennandi fyritøku við góðum starvsfelagum og góðum samanhaldi. Starvstaðurin er í Várperlu á Glyvrum. Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Annu tlf. 213012.

Send okkum tína umsókn, lívsrensl og møgulig prógv og ummæli umvegis alfred ella á hr@borg.fo og viðmerk ‘Starv í Várperlu’. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Lýsing er stovnað1. July 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Fjøruvegur 25
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki