

Handilslærlingur til Hita
Kom inn í hitan ...
Hevur tú áhuga fyri góðari kundatænastu, sølu og ráðgeving um snildar og lekkrar loysnir til heim og arbeiðspláss? Ynskir tú eitt arbeiðspláss, við góðum starvsfelagum, spennandi avbjóðingum og góðari løn, har tú sleppur at læra nógv og gera mun? So er tað kanska júst tú, sum skalt vera okkara nýggi handilslærlingur.
Hvat sleppur tú at royna og læra?
Sum lærlingur hjá okkum verður tú partur av einum dugnaligum toymi, sum veitir grønar hitaloysnir og baðirúmsloysnir til fyritøkur, stovnar og privatkundar. Tú sleppur at læra um alt frá kundatænastu og sølu til vørukeyp, marknaðarføring og skipan av arbeiðsgongdum.
Tú fært møguleikan at:
- Arbeiða við sølu og ráðgeving
- Vegleiða og samskifta við kundar
- Hjálpa til við keyp og móttøku av vørum
- Luttaka í marknaðarátøkum og framsýningum
- Menna teg innan fleiri øki, alt eftir hvat tú dugir og brennur fyri
Vit bjóða tær:
- Sera góða løn og treytir í lærutíðini
- Eitt læruríkt og fjølbroytt starv í einum dugnaligum og hjálpsomum toymi
- Ein arbeiðsdag, har tú sleppur at royna teg og vaksa við uppgávunum
- Eitt arbeiðsumhvørvi, har samanhald og trivnaður eru í hásæti
- Góða innleiðslu og væl skipaða lærutíð
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur FHS ella líknandi miðnámsútbúgving
- Ert forvitin, fyrikomandi og álítandi
- Trívist við fjølbroyttum uppgávum og dámar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Dugir væl at samskifta í skrift og talu
Vit seta starvið, tá ið rætti umsøkjarin er funnin, so bíða ikki ov leingi!
📞 Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Áka Mortensen á 541719.
