

Kom í læru hjá JYSK
Byrja tína yrkisleið í JYSK
Vit søkja eftir einum Lærlingi, ið kemur at fáa starvsroyndir í handlinum, men eisini gerast partur av JYSK Academy, ið er skúlin hjá JYSK.
Vit eru eitt gott arbeiðspláss, har vit øll trívast, arbeiða saman, hava tað stuttligt og annars bara geva kundanum eina góða tænastu.
So er at søkja starv hjá okkum. Vit leita kanska júst eftir tær og at byrja skjótast gjørligt.
Vit bjóða tær:
- Eitt áhugavert lærupláss við nógvum spennandi avbjóðinum.
- Møguleika fyri altjóða útbúgving
- Spennandi smásøluútbúgving
Vit vænta, at tú:
- Hevur stóran áhuga í at selja og er tænastu sinna/ður
- Dugur væl at arbeiða í einum toymi.
- Fyrikomandi, álítandi og Jalig/ur
Lærutíðin er 2 ár við HH & 3 ár við FHS.
Um skúlan:
JYSK er ein av teimum heilt fáu fyritøkunum í Danmark, ið hevur teirra egna skúla.
JYSK academy, ið er skúlin hjá JYSK, er gistingarhúsið hjá Lars Larsen í Himmerland, hann liggur kringsettur av einari ómetaligari flottari nattúru og tað er nakað av tí, ið ger skúlagongdina til nakað heilt serligt. Skúlauppihaldi er fylt við nógvum spennandi leverandørvitjanum, og tú fært bæði teoretiska vitan um handilsbúskap, samstundis við, at arbeitt verður við verkligum uppgávum.
Sigast skal at skúlagongdin fyllur nógv og at ein hevur nógv at læra, men tað verður lønt aftur í frítíðini, tí tá hevur ein møguleikan at royna teir mongu hentleikar ið eru, m.a vatnland, golf, wellness & fitness.
FHS, Hægri Handilskúla (HH) ella aðra viðkomandi útbúgving.