
Nema
Vit hava altíð gingið á odda. Frá tí vit fingu fyrstu telduna til Føroya og fyrst at lansera nýggjastu fjarskiftistøknina, til nú, vit eru ein av fremstu veitarum í Føroyum av KT loysnum- og skipanum, teldum, fjarskifti og skrivstovulutum.
Alt ið krevst, hjá fyritøkum, kommunum, almennum stovnum og privat fólkið at trívast, mennast og vaksa.

Nema søkir eftir sølulærlingi
Ynskir tú at mennast og gerast stinnari innan sølu og kundarøkt?
Nema søkir eftir sølulærlingi til handil okkara í Havn. Kom við og verð partur av rúkandi menningini innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Útbúgvingin sum sølufólk tekur á leið 2 ár. Tú kann lesa meir um søluútbúgvingina á heimasíðuni hjá yrkisdeplinum.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
STARVIÐ
Tú verður partur av einum toymi, sum veitir serliga ráðgeving og sølu av telefon og internethaldum. Umframt sølu og ráðgeving, fert tú at arbeiða nógv við at fyrireika søluátøk, útgangandi sølu og nógvar aðrar spennandi uppgávur.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú fert at húsast hjá Nema í Tórshavn, men uppgávur uttan fyri, kunnu eisini væntast.
Krøv til útbúgving og førleikar
UM TEG
- Tú ert hugaður at læra, tænastusinnað/ur, opin og forvitin.
- Tú ert fyrikomandi og málsøkin
- Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt eins væl sum í toymi
- Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga
- Tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og handlinum.
Ágóðar við starvinum
VIT BJÓÐA
- Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi
- Møguleikan fyri at menna teg persónliga og fakliga
- Møguleikan at seta tín dám á arbeiðsdagin
- Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar
- Eina rúgvu av starvsfólkaágóðum
- Løn og setanartreytir sambært sáttmála.
Lýsing er stovnað27. May 2025
Umsóknarfreist30. June 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
5 Smyrilsvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki