

Ver við til at skapa virði í Føroyum og Norðuratlantshavinum
Søluráðgevi til Arctic Import
Hevur tú hug at arbeiða við sølu og sambondum, sum gera veruligan mun? Brennur tú fyri at veita framúr ráðgeving, seta teg inn í tørvin hjá kundum og vera við til at flyta føroyska vinnu framá? So kanst tú nú gerast partur av einum av fremstu sølutoymunum í Norðuratlantshavi, hjá Arctic Import.
Eitt arbeiðspláss við virði og visjón
Í Arctic Import arbeiða vit við meira enn bert vørum, vit arbeiða við loysnum, ábyrgd og einum brennandi ynski um at skapa virði fyri okkara kundar og samfelagið, vit eru partur av. Vit kalla tað góður keypmansskapur, og tað byggir á innlit, virðing og álit.
Tú verður partur av einum felagsskapi, har trivnaður, arbeiðsgleði og faklig menning eru í hásæti. Tað merkir eitt sterkt toymi, ið lyftir hvønn annan upp, og har tínar meiningar og tín arbeiðsháttur verða vird.
Um starvið
Vit leita eftir einum ágrýtnum og royndum søluráðgeva til okkara føroysku deild. Starvið fevnir um ráðgeving, sølu og uppbygging av varandi sambondum við vinnufyritøkur kring alt landið. Tín leiklut verður bæði strategiskur og praktiskur, tú fert at arbeiða við dagligum kundasamskifti, tilboðum, men eisini at síggja møguleikar, har aðrir síggja avbjóðingar.
Tínar uppgávur fara m.a. at fevna um:
• Søla og ráðgeving innan nonfood vørur
• Uppbygging og røkt av kundasambondum, bæði nýggjum og verandi
• Samskifti við kundar og veitarar um tilboð, ordrar og loysnir
• Luttøku í verkætlanum og menning av sølutilgongdum
• Eygleiðing og menning av nýggjum marknaðarpartum
Hvat vit bjóða tær
• Eitt arbeiðspláss við trivnað, ávirkan og ábyrgd
• Ein part av einum fakliga sterkum og støðugum toymi við drúgvum royndum og lokalum innliti
• Møguleika at seta tín dám á menningina av Arctic Import í Føroyum
• Løn og treytir sambært avtalu, við møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning
Tú passar væl, um tú:
• Hevur royndir innan B2B sølu og dugir at vísa á úrslit
• Ert sjálvstøðug/ur, men trívist í einum toymi við felagsskapi og samstarvi
• Hevur sterkar samskiftisførleikar og byggir álit við lættum sinni
• Ert tænastusinnað/ur og hevur eina natúrliga sannføring
• Hevur góðar førleikar í Microsoft Office, serliga Excel
• Ert áhugað/ur í at arbeiða við føroyskum og norðuratlantiskum marknaði
Soleiðis søkir tú:
Vit viðgera umsóknir leypandi, og starvið verður sett skjótast gjørligt.
Set teg í samband við:
Sophus E. Dahl-Christiansen, sølustjóri
✉️ sdc@arcticimport.fo · 📱 233666


