Heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk
Roðin søkir eftir heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólki til sambýlið Vesturskin á Toftum.
Hevur tú hug at gera mun fyri eldri borgarar og gerast partur av einum ágrýtnum og fakliga sterkum starvsfólkahópi? So hava vit ein framúr møguleika til tín á Vesturskin.
Vit sóknast eftir fýra nýggjum starvsfólkum, tí vit eru so heppin, at fýra av okkara starvsfeløgum hava fingið møguleikan at lesa til sjúkrarøktarfrøðing. Hetta merkir, at vit nú hava tørv á eldhugaðum heilsurøktarum og heilsuhjálparum, at taka yvir í teirra starv.
Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Søkt verður eftir:
- Einum heilsurøktara í fast starv. Starvið er fulla tíð og arbeiðstíðirnar eru í dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
- Tveimum heilshjálparum í fast starv. Annað starvið er fulla tíð og hitt á starvsbrøki 0,9 svarandi til 36 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
- Hjálparfólki á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
Størvini eru til setan sum skjótast.
FØRLEIKAKRØV
- Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
- Prógv sum heilsuhjálpari
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki
- Trívist við at arbeiða í toymi og hevur hug til fakliga menning.
- Kanst geva eitt jaligt íkast til arbeiðsgleðina í gerandisdegnum.
- Góð evni at samskifta í skrift og talu
- Kt- førleika á brúkarastøði
VIT BJÓÐA TÆR
- Eitt fakliga sterkt umhvørvi við møguleika fyri at menna tínar førleikar.
- Tætt og stuðlandi samstarv við starvsfelagar og leiðslu.
- Eitt arbeiðspláss ið leggur dent á trivnað, arbeiðsgleði og høga fakligheit.
- Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi menna tænsaturnar í Roðanum
Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og ávikavist heilsurøktarafelagið ella heilsuhjálparafelagið
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda umvegis Alfred ella til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til Vesturskin”.