
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Tað búgva umleið 1635 fólk í kommununi.

Handverkari/arbeiðsfólk til vegadeildina
Fuglafjarðar kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum handverkara/arbeiðsfólki til vegadeildina ,at byrja í føstum starvið við fastari løn 1. september ella skjótast tilber
Starvið er fjølbroytt og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum. Hartil kemur ein fittur og fryntligur starvsfólkahópur sum í dag eru fimm fólk.
Útbúgving og almenn krøv
Tú ert handalig/-ur og hevur royndir frá líknandi starvið
Tú hevur koyrikort
Tað er ein fyrimunur um tú dugir at koyra maskinur
Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Halda vegakervið viðlíka
Viðlíkahalda vatnverkini, vatnleiðingar, kloakkir og gøtuljós
Nýgerð av smærri verkætlanum innan vegakervið
Graving í sambandi við jarðarferðir
Hjálpa til á gartnaradeildini eftir tørvi
Kavagrevstur
Salting
Lýsing er stovnað20. juni 2023
Umsóknarfreist1. august 2023
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Fuglafjørður, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
RørleggjariStálsmíðSveising
Arbeiðsumhvørvi
Egnað til
Starvsgreinar
Starvsmerki
Fleiri størv (1)

