Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna

Fíggjarleiðari til Fuglafjarðar kommunu

Vilt tú verða við til at mynda leiðsluna í Fuglafjarðar kommunu?

Fuglafjarðar kommuna skal hava nýggjan fíggjarleiðara. Talan er um eitt fjølbroytt starv, sum krevur at tú hevur góð analytisk evni og gott skil fyri fíggjarstýring.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av fíggjardeildini, og tað er at bókhald, fíggjar- og lønarviðurskifti verða røkt soleiðis, at tað til eina og hvørja tíð er ein greið lýsing av fíggjarstøðuni hjá kommununi. Harumframt hevur fíggjarleiðarin ábyrgdina at journalini og móttøkuni hjá Fuglafjarðar kommunu.

Krøv til útbúgving og førleikar

Fakligir førleikar

·         Viðkomandi hægri útbúgving innan roknskap, bókhald og fíggjarstýring

·         Viðkomandi leiðsluroyndir og leiðsluvitan

·         Dugir fíggjarliga handverkið innan kommunala og/ella almenna geiran

·         Góðan telduførleika og hollar royndir í at arbeiða við Navision og journalskipan

Leiðsluførleikar

·         Sterkur og loyalur leiðari við góðum evnum at leiða

·         Dugir at leiða saman við borgarstjóranum, kommunustjóra og deildarleiðarum

·         Strategiskt og fíggjarligt skilvísi

·         Dugir at ráðgeva fíggjarliga skynsamt í mun íløgur og rakstur

·         Hevur áhuga í, og sær týdningin av, at halda tíðarfreistir og evstumørk

Persónligir førleikar

·         Ert menniskjanslig/ur, sosial/ur og hevur góðan løtuans

·         Góð samstarvsevni og vísir øðrum álit og virðing

·         Góð evni at samskifta við starvsfólk, politikarar og aðrar lyklapersónar

·         Ert framsíggin, virksifús/ur og týðiliga áhugað/ur

Ágóðar við starvinum

Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. apríl 2025, ella skjótast tilber. Starvið sum fíggjarleiðari verður lønt sambært sáttmála millum KAF og BLF, AKF ella Starvsfelagið.

Lýsing er stovnað27. January 2025
Umsóknarfreist21. February 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Karvatoftir, Fuglafjørður 530, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Arbeiði undir trýstiPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.Fyriskipan
Starvsgreinar
Starvsmerki