Hotel Føroyar
Hotel Føroyar
Hotel Føroyar

F&B leiðari til Hotel Føroyar

Hevur tú hug at standa á odda fyri einum dugnaligum toymi og skapa framúr góðar gestaupplivingar? So er hetta starvið møguliga nakað fyri teg.

Vit leita eftir einum eldhugaðum og ábyrgdarfullum F&B-leiðara, sum skal leiða morgunmatartoymið umframt fundar- og veitslutoymið í húsinum. Sum F&B-leiðari fært tú ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum og í menningini av okkara tænastum.

Tínar høvuðsuppgávur:

  • Leiðsla og toymisbygging: Seta saman, menna og leiða eitt sterkt og motiverað toymi
  • Gestauppliving: Tryggja eina góða, persónliga og samanhangandi uppliving fyri allar gestir
  • Fíggjarstýring: Hava tamarhald á kostnaði, vørugoymslu og rakstrinum sum heild
  • Skipan og yvirlit: Tryggja góðar mannagongdir og støðuga dygd í øllum liðum
  • Samstarv: Arbeiða tætt saman við øðrum deildum fyri at tryggja eina góða heildaruppliving

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, skipað/ur og hevur góð leiðsluevnir, umframt áhuga fyri tænastuvinnuni.

Starvið er fast og starvsbyrjan er eftir nærri avtalu. Talan er um bæði dag- og kvøldvaktir. Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til hotelstjóra Rósu Mariu Restorff á rosamaria@hotelforoyar.fo ella á telefon +298 217501.

Freistin at søkja starvi er 7. oktober 2026 og umsóknin skal sendast til hr@gistogvist.fo. Samrøður verða leypandi.

Lýsing er stovnað16. september 2026
Umsóknarfreist7. oktober 2026
Málslig krøv
EnsktEnskt
Kravt
Sera góður
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki