

ROYNDUR HR-LEIÐARI
Vilt tú vera við til at menna okkara organisatión, leiðslu og arbeiðspláss?
Atlantic Airways leitar eftir einum dugnaligum og framsøknum HR- og HTU-leiðara, sum fær ein týðandi leiklut í at menna okkara organisatión og tryggja góðar karmar fyri okkara starvsfólk.
Hjá Atlantic Airways starvast nógvir ymiskir starvsbólkar, sum hvør í sínum lagi hava avgerandi týdning fyri virksemi okkara í luftini og á landi.
Sum HR- og HTU-leiðari verður tú ein týðandi sparringspartnari hjá leiðsluni og leiðarum í felagnum, sum hava dagligu starvsfólkaábyrgdina. Tað verður tín ábyrgd at seta kósina fyri HR- og HTU-økið og samstundis tryggja vælvirkandi fyrisitingarligar mannagongdir í gerandisdegnum, umframt at strategi verður umsett til ítøkilig átøk.
Atlantic Airways virkar í eini vinnu við høgum krøvum til trygd, góðsku og reglusemi. Tí leita vit eftir einum leiðara, sum dugir at sameina menniskju, rakstur og strategi – og sum trívist í eini dynamiskari organisatión, har broytingar eru ein natúrligur partur av gerandisdegnum.
Sum HR- og HTU leiðari hevur tú yvirskipaðu ábyrgdina av HR- og HTU-økinum.
Tínar høvuðsuppgávur verða at:
- Leiða og menna HR-økið, -strategi og -átøk, sum stuðla undir yvirskipaðu málsetningunum hjá Atlantic Airways
- Vera ein álítandi og fakliga sterkur sparringspartnari hjá leiðslu og leiðarum
- Menna leiðslu, organisatión og arbeiðsmentan við denti á samstarv, trivnað og avrik
- Stuðla og ráðgeva í sáttmálaviðurskiftum og umsita starvsfólkasáttmálar
- Tryggja professionellar HR-tilgongdir fyri rekruttering, onboarding, starvsfólkamenning v.m.
- Hava ábyrgd fyri, at HR- og HTU-økið lýkur galdandi lóggávu, reglur og innanhýsis krøv
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og drúgvar royndir við HR úr líknandi leiðslustarvi. Tú hevur breiðan fakligan kunnleika og kanst arbeiða strategiskt og taka hond í við teimum ítøkiligu avbjóðingunum, sum kunnu taka seg upp á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi.
Harumframt verður dentur lagdur á, at tú:
- hevur organisatoriskan sans og dugir at uppbyggja álit og góð sambond á øllum stigum í felagnum
- hevur royndir við leiðsluráðgeving, sáttmálaviðurskiftum og dugir at avbjóða konstruktivt
- hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
- ert skipað/ur, sjálvstøðug/ur og dugir at raðfesta
- hevur áhuga fyri arbeiðsumhvørvi, trivnaði og eini sterkari trygdarmentan
- dugir at reka og fremja broytingar og fáa fólk við tær
- dugir føroyskt, danskt og enskt bæði í skrift og talu
Vit bjóða
Eitt áhugavert starv við spennandi, fakligum og krevjandi avbjóðingum, har tú fert at standa á odda fyri at leiða og menna HR-økið í Atlantic Airways tvørturum allar deildir í felagnum. Tú verður partur av einum serstøkum føroyskum arbeiðsplássi við altjóða virksemi og einum týðandi leikluti í føroyska samfelagnum.
Tú fært eitt sjálvstøðugt starv við nógvari ávirkan, har tú verður við til at seta tíni fingramerki á, hvussu vit arbeiða við okkara organisatión, leiðslu og starvsfólkum frameftir.
Løn- og setanartreytir
Starvsfólkaleiðarin vísir til leiðsluna. Løn og treytir eru sambært avtalu. Høvuðsstarvsstaðurin er á skrivstovu okkara í Vága Floghavn.
Umsókn
Send tína umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum, møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum til Høgna Olsen, fíggjarstjóra, á hognio@atlantic.fo. Samrøður verða væntandi í viku 39 og 40. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Vinaliga legg til merkis, at fyri at søkja er eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli (cv).
Vilt tú hava meira at vita? Set teg so í samband við Jóhonnu á Bergi, stjóra, á tlf. +298 21 37 30 ella Høgna Olsen, fíggjarstjóra, á tlf. +298 21 37 09.
Føroyskt
Danskt
Enskt


