

Deildarleiðari
Vilt tú arbeiða við fjølbroyttum og fakliga avbjóðandi arbeiðsuppgávum, í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi, saman við góðum og hjálpsomum starvsfelagum? So er tað kanska júst tíni umsókn, vit bíða eftir.
Skráseting Føroya sóknast eftir deildarleiðara at byrja 1. desember 2026 ella eftir nærri avtalu.
Starvsøkið
Skráseting Føroya er skipað undir Vinnustovninum, sum er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur lóggávuna um parta- og smápartafeløg, vinnufyritøkur, vinnurekandi grunnar, ársroknskapir, grannskoðarar, hvítvask, felagsskrá og ognarmeklarar. Virksemið hjá Skráseting Føroya fevnir m.a. um skráseting av kapitalfeløgum og eftirfylgjandi broytingar, umframt at taka ímóti ársfrásøgnum frá nevndu feløgum. Eisini tekur Skráseting Føroya sær av ávísum eftirlitisarbeiði, so sum at kanna um ársfrásagnir og váttanir frá grannskoðarum lúka ásett lógarkrøv, eins og stovnurin hevur ábyrgdina av góðskueftirlitinum við grannskoðarum og grannskoðaravirkjum. Umframt hetta førir stovnurin eina ognarmeklaraskrá. Endiliga hevur Skráseting Føroya eisini eftirlit við ávísum fyritøkum og persónum sambært hvítvasklógini. Stovnurin hevur nógv samband við vinnulívið í Føroyum, undir hesum advokatar og grannskoðarar.
Tú kemur at hava fyrisitingarligu ábyrgdina av Skráseting Føroya, undir hesum ábyrgd av at skipa dagliga arbeiðið, har 8 fólk í løtuni starvast. Harafturat verður tú partur av starvsfólkahópinum hjá Vinnustovninum, ið telur uml. 50 fólk.
Tú kemur at standa á odda fyri at menna og skjalfesta arbeiðsgongdirnar á Skráseting Føroya, undir hesum arbeiði við talgilding og menning av kt-skipanum.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Vit leggja stóran dent á samstarv, vitanarskifti og at menna okkum fakliga ígjøgnum alt arbeiðslívið, og tí eru eisini góðir møguleikar fyri førleikamenning og luttøku á viðkomandi skeiðum.
Vit eru eitt óformelt, dynamiskt og sosialt arbeiðspláss, har vit gera nógv saman. Vit koma hvørjum øðrum við og leggja stóran dent á at lyfta í felag. Til tíðir er arbeiðstrýstið størri, og tá taka vit øll eitt eyka tak, men afturfyri ber til at arbeiða minni aðrar tíðir.
Vit eru eisini eitt lagaligt arbeiðspláss, har tú – við ábyrgd og við atliti til tínar starvsfelagar – kanst skipa tín egna arbeiðsdag.
Vit vænta
Vit vænta, at tú hevur áræði og góð samstarvsevnir, sært nýggjar arbeiðsuppgávur sum spennandi avbjóðingar, dugir væl at samstarva og samskifta við onnur og kanst arbeiða sjálvstøðugt. Tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu, á føroyskum, donskum og enskum, umframt, at tú hevur hegni at skipa og menna arbeiðsgongdir og arbeiðsumhvørvið á deildini.
Tú hevur viðkomandi løgfrøðiliga útbúgving, t.d. cand.jur., M.A. í løgfrøði (við bachelor í lóg/løgfrøði), cand.merc.(jur.) ella líknandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá almennari fyrisiting, eins og tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur kunnleika til fakøkið, ið Skráseting Føroya varðar av. Somuleiðis er tað ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir og innlit í menning og talgilding av fyrisitingarligum mannagongdum, hóast hetta ikki er ein treyt.
Setanarviðurskiftir
Starvið verður flokkað sum deildarleiðari ll sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fært tú starvið, mást tú kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Upplýsingar og umsókn
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Thomsen, stjóra, á tlf. 556021 ella umvegis teldupost á teldupostadressu: jt@vs.fo
Umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin, 5. oktober 2026, kl. 12:00 og skal sendast til:
Vinnustovnurin
Att.: Jógvan Thomsen, stjóri
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella sum teldupostur til: jt@vs.fo
Føroyskt
Danskt
Enskt



