

AI-serfrøðingur til KT-deildina
Vit søkja eftir royndum KT-fólki, sum skal vera við til at uppbyggja og menna AI-økið hjá Bakkafrost. Talan er um nýtt starv, har tú, saman við øðrum AI-serfrøðingi og starvsfeløgum í KT-deildini, fært ein týðandi leiklut í at skapa eitt trygt grundarlag fyri nýggjum AI-loysnum, sum kunnu effektivisera arbeiðsgongdir og tryggja gagnnýtslu av dátum og vitan í samtakinum.
Uppgávur
Sum AI-serfrøðingur verður tú millum annað við til at:
- Menna og reka innanhýsis AI-infrastruktur
- Umsita og menna málmodell
- Arbeiða við ”tokenomics”
- Menna og reka ”docker/kubernetes” umhvørvið
- Menna markamót millum AI-loysnir, dátugrunnar, API og aðrar innanhýsis skipanir
Starvsstaðurin er á Glyvrum.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur viðkomandi útbúgving innan KT ella royndir og førleikar, sum kunnu javnsetast við formella útbúgving
- Hevur góðan kunnleika til AI, menning og rakstur av tøknuligum loysnum
- Arbeiðir skipað og sjálvstøðugt og trívist í einum leikluti, har tú skalt samstarva tvørtur um deildir og fakøki í øllum Bakkafrost samtakinum
- Skilir føroyskt og kanst vera partur av fakliga og sosiala felagsskapinum í deildini, har dagliga samskiftið er á føroyskum. Somuleiðis er neyðugt, at tú dugir væl enskt, tí vit samskifta dagliga við starvsfelagar í Skotlandi
Vit bjóða
Tú fært eitt nýtt, spennandi og sjálvstøðugt starv við stórari ávirkan á, hvussu Bakkafrost fer at nýta AI í framtíðini. Tú verður partur av einum fakliga stektum KT-toymi, har samstarv, ídni og ábyrgd eyðkenna gerandisdagin.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á "Søk".
Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Eli Zachariasen, KT-stjóra á tlf. 23 50 70.
Starvið verður sett sum skjótast. Samrøður verða hildnar so hvørt, sum skikkaðar umsóknir koma.
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Um KT-deildina
KT-deildin á Bakkafrost arbeiðir við sera fjølbroyttum uppgávum. KT er partur av framleiðsluskipanum, fíggjarstýringsskipanum, sporførisskipanum, samskiftisskipanum, scadaskipanum, alarmskipanum, aliskipanum og øðrum skipanum. Uppgávan hjá KT-deildini er at menna og viðlíkahalda hesar skipanir. Virksemið hjá KT- deildini er í Føroyum, USA, Skotlandi, Danmark og Fraklandi. Á deildini starvast 19 fólk – 13 av teimum hava starvsstað á Glyvrum og hini í Skotlandi.
Føroyskt