Miðnám á Kambsdali
Miðnám á Kambsdali
Miðnám á Kambsdali

Lærarar til útbúgving í KT-support á Kambsdali

Frá í heyst verður møguligt at taka skúlapartin av KT-supportaraútbúgvingini á Kambsdali. Ætlanin er at fyrsta skúlaskeið byrjar 2. november 2026.

Útbúgvingin er sett saman av skúlagongd og verkligari læru á góðkendum læruplássum. Endamálið er at útbúgva KT-supportarar, ið kunnu seta upp, røkja og menna kt-skipanir hjá virkjum og stovnum í Føroyum.

Í sambandi við hesa víðkan av skúlans virksemi, er eisini tørvur á at víðka starvsfólkahópin, treytað av endaligari góðkenning.

Talan kann vera um eitt ella fleiri størv, eisini parttíðarstørv og tímalærarastørv. Eftir førleikum og áhuga kann starvið eisini fevna um innanhýsis KT-uppgávur á skúlanum.
Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum eginleikum.

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett at byrja 1. november 2026 ella sum skjótast.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag.

Umsókn

Umsókn við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 14. september 2026.

Umsóknin skal sendast til ums@kambsdalur.fo.

Nærri kunning sæst her: Starvslýsing

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Undirvíst verður millum annað innan KT-tøkni, netverk, ambætarar, vitlíki,  KT-trygd, forritan, feilfinning og kundatænastu. 

Krøv til útbúgving og førleikar

Til undirvísing í yrkislærugreinunum krevst ein viðkomandi KT-faklig útbúgving og/ella drúgvar arbeiðsroyndir frá KT-vinnuni, t.e. minst 5 ár. 

Lýsing er stovnað27. august 2026
Umsóknarfreist14. september 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
1 Dalsvegur, Fuglafjørður 530, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.NærlagniPathCreated with Sketch.FyriskipanPathCreated with Sketch.Tosa almentPathCreated with Sketch.Undirvísing
Starvsgreinar
Starvsmerki