

Á leitar eftir einum handilsleiðara til Heykavegin
Hevur tú leiðsluevni, góðan handilsáhuga og ynskir at vera við til at skapa ein spennandi handil? So er hetta møguleikin hjá tær!
Á-handilin á Heykavegnum søkir nú eftir einum ágrýtnum og ábyrgdarfullum handilsleiðara, sum hevur hug at leiða eitt dugnaligt starvsfólkatoymið og menna handilin saman við okkum. Tú fært høvi at mynda og menna dagliga raksturin – og seta tín dám á ein týdningarmiklan part av gerandisdegnum í Havn.
Tín leiklutur
Sum handilsleiðari hevur tú ábyrgd av:
· Dagliga rakstrinum av handlinum.
· Leiðslu og menning av starvsfólkunum.
· At tryggja eina framúr góða kundauppliving.
· At gera handilin livandi og viðkomandi fyri okkara kundar.
· At hava eyga fyri sølu og vørum.
Vit leita eftir tær, sum m.a.:
· Hevur útbúgving innan matvøruhandil ella royndir við leiðslu í matvøruhandli,
· Tú dugur væl at leiða, samskipa og fáa fólk við tær,
· Tú hevur evni at hava yvirlit og skapa góðan trivnað millum starvsfólk og kundar,
· Tú hevur hugin og hegni at taka ábyrgd og síggja møguleikar í gerandisdegnum,
· Tú er jalig/ur og arbeiðssom/ur.
Vit bjóða tær:
· Eitt spennandi og fjølbroytt starv við munandi ávirkan,
· Dugnalig og hjálpsom starvsfólk at leiða,
· Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning,
· Starv í eini fyritøku, sum hevur dygd og tænastu í hásæti.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett sambært avtalu og í samskifti við royndir og førleikar.
Soleiðis søkir tú
Send okkum skrivliga umsókn saman við viðkomandi skjølum til
📞 Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Hallur Djurhuus á tlf. 564000
Ver við til at mynda framtíðina hjá Á Heykavegnum – vit gleða okkum at hoyra frá tær!





