Alpha Travel
Alpha Travel
Alpha Travel

Alpha Travel leitar eftir ágrýtnum starvsfelaga at gerast partur av okkara sølutoymi

Alpha Travel er ein vinnulig ferðaskrivstova, við heimstaðið í Tórshavn, og avgreiðir ferðir fyri virkir, stovnar og skipafeløg, kring allan heim.

Arbeiði fevnir m.a. um:

- Sølu, ráðgeving og kundatænastu

- Bílegging av ferðaseðlum í Amadeus

- Bílegging av hotellum, bilaleigu, v.m.

- Samskipan við okkara veitarar í Føroyum og útlondum

Vit vænta at tú hevur hesar førleikar / neyðug førleikakrøv:

- Ert áhugað/ur í sølu og kundatænastu

- Tosar og skrivar Føroyskt, Danskt og Enskt

- Góðan teldukunnleika

- Kunnleiki til Amadeus bókingarskipanina, er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Persónligir førleikar:

- Tú arbeiðir sjálvstøðugt

- Tú ert smílandi, ágrýtin, fyrikomandi og lætt/ur av lyndi

- Dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar

- Hevur góð samstarvsevnir

Hjá Alpha Travel fært tú:

- Eitt spennandi arbeiðspláss, við nýggjum avbjóðingum hvønn dag, har vit altíð raðfesta, at geva tí bestu tænastuna

- Eitt arbeiði har sjálvstøði og nýhugsan vera høgt mett.

- Eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Løn og treytir sambært avtalu.

Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn og C.V.

á teldupostadressu tnd@alphatravel.fo

Umsóknarfreistin er. 20.09.2025

Lýsing er stovnað4. September 2025
Umsóknarfreist21. September 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
22 Kongsgil, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki