

Kom og ver partur av okkara toymi
Faroe Express søkir eftir einum kvikum og ábyrgdarfullum sølu- og logistikkfólki.
Faroe Express er deildin fyri skundflutning hjá Faroe Ship, og starvsfólkini á Faroe Express eru grundarlagið undir at tryggja kundunum eina skjóta og góða tænastu.
Starvið sum sølu- og logistikkfólk er spennandi, tað krevur sterk samskipanarevni, og ávísar tíðir skal arbeiðast undir trýsti. Vit leita eftir einum sølu- og logistikkfólki, sum dugir at hugsa yvirskipað í mun til loynsir, samstundis sum smálutirnir í kundans tørvi verða uppfyltir.
Dentur verður lagdur á eginleikan at umstilla seg skjótt og væl til nýggjar flutningsavbjóðingar. Vit raðfesta kunnleika og vitan til føroysku vinnuna, eitt gott tev fyri tænastu og handli og eitt ríkt hugflog, tá røttu loysnirnar skulu finnast. Roknað verður við, at sølu- og logistikkfólkið tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt.
Vit vilja hava eitt starvsfólk, sum er lætt í sinni, dugir bæði at hjálpa og samstarva, og sum hevur eitt smittandi áræði.
Lønin verður avtalað í samsvari við førleikar og royndir.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Dávur Traber, leiðara á Faroe Express, á telefon 549010 ella dtr@faroeship.fo


