Tveir lívfrøðingar til verkætlanarstørv á Tjóðsavninum
Tjóðsavnið søkir eftir tveimum lívfrøðingum at seta í starv 1. mars ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstørv, sum eru tíðaravmarkað í tvey til fýra ár. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at fylgja gongdini hjá djóra- og plantusløgum á landi. Tað verður gjørt við støði í altjóða verkætlanini Circumpolar Biodiversity Monitoring Program (CBMP). Til ber at lesa meira um CBMP-verkætlanina her.
Annað starvið er staðsett á plantudeildini, hitt á landdjóradeildini. Møguleiki er fyri, at annað starvið, í samráð við umsøkjara, verður knýtt at rannsóknarstøðini í Koltri.
- skipa fyri rannsóknararbeiði og gransking
- innsavna og skráseta lívfrøði á landi
- greina og eyðmerkja sløg
- viðgerða dátur
- miðla úrslitini
- luttaka í samstarvi bæði innan- og uttanlands
- annað savnsarbeiði
- hægri útbúgving í lívfrøði
- viðkomandi vitan um og áhuga fyri djóra- ella plantulívi
- góð samstarvsevni og ert ágrýtin
- førleika at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- koyrikort
Eitt spennandi og avbjóðandi starv har tú kemur at ferðast og kanna føroysku náttúruna. Tey, ið verða sett, verða partur av einum eldhugaðum toymi, sum støðugt arbeiðir við at menna vitanina um okkara virðismiklu náttúru.
Tjóðsavnið er eitt gott arbeiðspláss við nógvum ymiskum fólkum, útbúgvingum og førleikum, og vit leggja dent á trivnað og góð sosial tiltøk.
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.