Konservator til verkætlanarstarv á Tjóðsavninum
Tjóðsavnið søkir eftir konservatori til eitt tvey ára tíðaravmarkað starv frá 1. mars 2025 ella so skjótast gjørligt. Setanin kann leingjast við 1-2 árum, um báðir partar ynskja tað.
Tjóðsavnið eigur ein hóp av lutum á goymslu, sum í 2024 fekk staðfest blámusopp. Í hesum sambandi er Tjóðsavnið farið undir eina verkætlan, har høvuðsendamálið er at reinsa, skráseta, pakka og flyta allar lutir Tjóðsavnsins í onnur fyribils goymsluhølir. Konservatorurin kemur at arbeiða í hesum toymi.
Talan er um eitt týdningarmikið og áhugavert starv, har arbeitt verður við føroyska mentanararvinum, sum er savnaður inn seinastu 120 árini.
Tjóðsavnið er eitt gott arbeiðspláss við nógvum ymiskum fólkum, útbúgvingum og førleikum, og vit leggja dent á trivnað og góð sosial tiltøk.
- At handfara siðsøguligar savnslutir
- Støðumetingar, verndarætlan og viðgerð av lutum
- Ráðgeva og vegleiða
- At skráseta lutir í SARA
- At seta skrásetingarnummar á lutir
- Avmynda lutir
- Pakka og flyta lutir
- Annað savnsarbeiði
- Útbúgving: Bachelor/kandidat (BA.scient.cons. eller cand.scient.cons.) ella samsvarandi
- Kropsliga væl fyri
- Nærlagni
- Systematisk/ur og nágreinilig/ur
- Kunna arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Fyrikomandi, góð samstarvsevni og ágrýtni
- Koyrikort
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Súsannu Joensen, konservator, susanna@savn.fo tlf. 790555 ella Juliannu Mørkøre Dalbø, goymsluvørð og verkætlanarleiðara, julianna@savn.fo tlf. 340580.