

Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð. Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.


Bakkafrost
Bakkafrost er størsti framleiðari av dygdarlaksi úr Føroyum. Vit hava eina rúgvu av heilsugóðum og dygdargóðum laksaúrdráttum frá okkara egnu virkjum. Bakkafrost er ein av teimum alifyritøkum í heiminum, sum er mest loddrætt samskipað. Bakkafrost hevur eftirlit við øllum liðum í framleiðsluni – frá fóðri til lidna virðisøkta vøru. Hetta tryggjar eitt sporføri, sum eingin annar megnar, umframt dygdargóðsku.


Tjóðpallur Føroya
Tjóðpallur Føroya skal í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði og framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk. Geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist - sjónleiki so væl sum aðrari palllist.


La Goulette | Sentrum | Tasty
La Goulette hevur veitt føroyingum kvalitets mat síðani 2012. La goulette hevur 3 matstø


Gist & Vist
Hjá Gist & Vist arbeiða vit við einum felags máli: at skapa minniligar upplivingar fyri gestir okkara. Vit reka fleiri hotell og matstovur við hvør sínum eyðkenda samleika og dygdum, men hava eisini felags virði, ið savna okkum – blíðskapur, yrkiskunnleiki og sterkt samstarv. Sum størsta samtakið í føroysku gistingar- og matstovuvinnuni leggja vit dent á at veita tænastu í serflokki. Hvørt hotell og hvør matstova í samtakinum hevur sín serliga samleika, mentan og dygdir, ið gera hvørja uppliving heilt serstaka fyri gestir okkara.


Virkishúsið við Ánna
Virkishúsið við Ánna er opið hvønn gerandisdag og leygardag, við eini fjølbroyttari viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum. Virkishúsið er fyri børn og ung í aldursbólkinum frá 3. flokk til 18 ár.


Vinnustovnurin
Vinnustovnurin er tænastu- og eftirlitsstovnur undir Vinnumálaráðnum. Vinnustovnurin er ein samanrenning av Fjarskiftiseftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Vinnustovnurin veitir tænastur til einstaklingar, stovnar, fyritøkur og virki.


Útlendingastovan
Frá 1. september 2024 verður avgerðarmyndugleikin í flestum málum á útlendingaøkinum fluttur á føroyskar hendur. Kunngerðin kemur í gildi 1. september 2024. Hetta merkir, at allar umsóknir um varandi loyvi og fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi viðvíkjandi, familjusameining, arbeiði (eisini eftir ítróttaravtaluni, Fast Track-avtaluni og ES-lógini), sjálvstøðugt vinnurekandi, lesandi, starvsnæmingar, granskarar, trúboðarar, umframt samfylgjandi familja teirra og au pair, verða viðgjørdar av Útlendingastovuni. Eru spurningar til slík mál, kann Útlendingastovan veita vegleiðing. Vegleiðingar, umsóknarbløð, umframt upplýsingar um málsviðgerðartíðir og annað verður tøkt á heimasíðu okkara www.utlendingastovan.fo frá 1. september 2024. Avgerðarmyndugleikin hjá Útlendingastovuni fevnir tó ikki um mál um visum, friðskjól, útvísing og ríkisborgararætt. Eru spurningar til hesi mál, kunnu donsku útlendingamyndugleikarnir framvegis veita vegleiðing.


TG Fish
TG Fish er reiðarí sum rekur tveir partrolarir, Hamranes og Breiðanes. Hamranes og Breiðanes fiska botnfisk undir Føroyum og landa fyri tað mesta í Hvalba. Túrarnir eru 6-10 dagar. Tað eru 6 fólk við hvørjum skipi.


Talgildu Føroyar
Talgildu Føroyar eru flaggberi innan føroyska talgilding og ein týðandi lutur í føroyska gerandisdegnum. Vit menna og reka vit talgilda undirstøðukervið til frama fyri alt samfelagið. Loysnirnar eru Samleikin, Vangin, Skjáttan, Mínboks, Heldin og Virkið. Talgildu Føroyar eru partur av Gjaldstovuni, og vit húsast í Albert Hall á Argjum. Vit eru 14 fólk í Talgildu Føroyum. Saman við føroyskum og útlendskum KT-veitarum samstarva vit við áleið 100 tænastuveitarar, sum eru knýttir í talgilda kervið. Hetta eru almennir stovnar, kommunur og fyritøkur.


SMS
SMS-samtakið fevnir um handlarnar Bónus, Mylnan, Miklagarður, matarstøðini í SMS og Angus Steakhouse. Harumframt eigur samtakið í Rumbul, Sheep, Burn Fitness, Demmus, Power og Omaná.


Skráseting Føroya
Skráseting Føroya umsitir lóggávu um parta- og smápartafeløg, ársroknskapir, grannskoðarar, hvítvask o.a. Skráseting Føroya er fyrisitingarliga skipað undir Vinnustovninum, ið er ein samanrenning millum Fjarskiftiseftirlitið, Posteftirlitið, Kappingareftirlitið, Tryggingareftirlitið, Útlendingastovuna og Skráseting Føroya. Eisini húsast Brúkaraumboðið í somu hølum.


Runavíkar Kommuna
Í Runavíkar kommunu eru 15 bygdir við til samans 4400 borgarum


Roðin
UM OKKUM Runavíkar -, Nes – og Sjóvar kommuna – hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m., sum við lóg varð flutt kommununum at umsita tann 1. januar 2015. Roðin umsitir økistænastuna í nevndu kommunum. Avtalan sæst her. MÁL: Mál okkara er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara. Eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt. Tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á “hjálpandi hondum”! Tænasturnar eru skipaðar eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum sæst her. Roðin veitir borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við tænastunum er, at: Fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan, veita røkt og umsorgan. Leiðari fyri Roðan Jóngerð Guttesen


Nema
Vit hava altíð gingið á odda. Frá tí vit fingu fyrstu telduna til Føroya og fyrst at lansera nýggjastu fjarskiftistøknina, til nú, vit eru ein av fremstu veitarum í Føroyum av KT loysnum- og skipanum, teldum, fjarskifti og skrivstovulutum. Alt ið krevst, hjá fyritøkum, kommunum, almennum stovnum og privat fólkið at trívast, mennast og vaksa.


Mentamálaráðið
Mentamálaráðið umsitur mentanmál, kirkjumál, ítróttarmál, barnaøkið, dagstovnar, fólkaskúlamál, vinnu- og miðnámsskúlamál, vísinda- og granskingarmál umframt barnaverndarmál.


Havsbrún
Burðardygd vinna Havsbrún stuðlar vøkstrinum í eini ábyrgdarfullari alivinnu og vit hava bundið okkum til eina burðardygga framleiðslu av hágóðskufóðri. Í øllum - frá gjølla útvaldum rávørum til framleiðslumannagond - verður hædd tikið fyri fíggjarligum avkasti, føðsluvirði og burðardygd. Fóðrið hjá Havsbrún: Hevur høgt innihald av góðkendum og burðardyggum marinum rávørum, sum vit meta økir um føðsluviðrið og er meira burðardygt, grundað á okkara framúr góðu landafrøðiligu viðurskifti. Øll rávøran er fiskað av føroyskum, íslendskum, donskum ella norskum bátum. Upprunin hjá øllum okkara marinu keldum eru allur váttaður í Ocean Disclosure Project, har tú sært, hvar tey eru flokkað í mun til burðardygd. Inniheldur fiskamjøl og lýsi frá fiski við lágum føðsluvirði, lágum marknaðareftirspurningi og í øktan mun eykaframleiðsla av fiskasløgum, sum verða fiskað til matvøruframleiðslu. Brúkar bert lýsi uttan dioxin og dioxinlíknandi PCB'ir. Hevur í framleiðsluni rættiliga lágan tørv á vatni og jørð samanborið við plantuprotein. Inniheldur bert plantuprotein og oljur, ið eru góðkendar sum non-GMO. Inniheldur bert SPC, sum er Pro-Terragóðkent. Inniheldur ikki ethoxyquin. Nýtir tilfar frá gjøgnumskygdari veitaraketu. Er framleitt eftir hægstu málunum fyri heilsu, trygd, og burðardygd, og við atliti til ta týðandi ávirkan, sum framleiðslan hevur á føroyska samfelagsbúðskapin. Finn listan við ymisku góðkenningunum her Nærri kunning um okkara skyldu til burðardygd er at finna á heimasíðuni hjá Bakkafrost samtakinum, har møguleiki eisini er at finna virkismál og okkara íkast til 'Sunt lív - Frásøgn um burðardygd 2023'.







