Hjálparfólk til verkætlan
Søkt verður eftir tveimum hjálparfólkum til tvey ára tíðaravmarkað starv á goymslum savnsins frá 1. mars ella skjótast gjørligt. Setanin kann leingjast við 1-2 árum, um báðir partar ynskja tað.
Tjóðsavnið eigur ein hóp av lutum á goymslu, sum í 2024 fekk staðfest blámusopp. Í hesum sambandi er Tjóðsavnið farið undir eina verkætlan, har høvuðsendamálið er at reinsa, skráseta, pakka og flyta allir lutir Tjóðsavnsins í onnur fyribils goymsluhølir.
Hjálparfólkini koma at arbeiða í einum arbeiðstoymi við starvsfólkum knýtt at goymslum og varðveiting.
Talan er um eitt týdningarmikið og áhugavert starv, har arbeitt verður við føroyska mentanararvinum, sum er savnaður inn seinastu 120 árini.
Tjóðsavnið er eitt gott arbeiðspláss við nógvum ymiskum fólkum, útbúgvingum og førleikum, og vit leggja dent á trivnað og góð sosial tiltøk.
- At handfara savnslutir
- At skráseta lutir í SARA (t.e. savnskrásetingarskipanin)
- Kanna eftir og dagføra eldri skrásetingar í SARA
- At seta skrásetingarnr. á lutir (t.d. seyma bendlar í pløgg, merkja við blýanti ella tussj)
- Avmyndan av lutum
- Umpakking og flutning av lutum
- Annað fyrifallandi savnsarbeiði
Nágreinilig upplæring verður á hesum økjum.
- Góðar málsligar førleikar í føroyskum
- Kropsliga væl fyri
- Tøknikunnleika á brúkarastøði
- Nærlagni
- Systemastik/ur og nágreinilig/ur
- Kunna arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Vera arbeiðssom/samur
- Vera fyrikomandi og hava góð samstarvsevni
- Koyrikort
Lønar- og setanartreytir eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í flokki II.
Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Súsannu Joensen, konservator, susanna@savn.fo tlf. 790555 ella Juliannu Mørkøre Dalbø, goymsluvørð og verkætlanarleiðara, julianna@savn.fo tlf. 340580.