Norðurstova í Miðgarði

Norðurstova í Miðgarði

Arbeiðsplássið
Norðurstova í Miðgarði
Um arbeiðsplássið
Serstovan eitur Norðurstova og hon er ein av 8 stovum í Miðgarði. Umframt serstovuna eru fýra barnagarðsstovur og tríggjar vøggustovur. Serstovan skal rúma 5-7 børnum. Normeringin verður føst og er tann sama sum til 20 børn. Í Miðgarði ganga umleið 106 børn, og her arbeiða 35 nærløgd og dugnalig starvsfólk, harav 18 námsfrøðingar. Hølisviðurskiftini gera tað møguligt at skipa virksemið í smáar bólkar ígjøgnum allan dagin. Norðurstova arbeiðir við øllum teimum námsfrøðiligu hugsjónum og amboðum, sum stovnurin nýtir. Hesi kanst tú lesa meira um á www.midgardur.fo
Miðvágur