
Heilsu- og umsorganartænastan
Arbeiðsplássið

VangiØll størv
Um arbeiðsplássið
Heilsu- og umsorganarfyrisitingin umsitur kommunulæknahølir, serflutning, stuðulsskipan til tiltøk innan almanna- og heilsumál, fólkaheilsu umframt eldraøkið.
Eldraøkið fevnir um millum annað eldrabústovnar, heimarøkt, heimasjúkrarøkt til allar borgarar og tilboð og tænastur til fólkapensjónistar.
Heilsu- og umsorganartænastan skal røkja tær uppgávur, sum álagdar eru kommununi sambært lógini um heimatænastu, eldraøkt og annað samsvarandi politisku málsetningum hjá býráðnum í »Virkin og vakin alt lívið«.
Vaglið 11, 100 Tórshavn

Skipan av deildini
Heilsu- og umsorganarfyrisitingin er skipað sum fyrisiting undir kommunustjóranum.
Aftur at stjóranum, Eyðfríð Jacobsen, starvast tveir fulltrúar, tveir fakligir dygdarmennarar og tveir málsviðgerar í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini.
Afturat hesum er ein fíggjarfulltrúi knýttur at deildini.
Undir Heilsu- og umsorganarstjóranum er Heilsu- og umsorganartænastan skipað í tríggjar eindir, hvør við sínum eindarleiðara. Tvær eindir eru røktareindir, og triðja eindin er Heilsuhúsið.
Arbeiðsøki
Arbeiðsøkið á deildini er breitt og fevnir m.a. um:
- Bíðilistar og útlutan av búplássum
- Ansingarsamsýning
- Umbønir um serflutning
- Kærur og innlitsumbønir
- Mannagongdir og vegleiðingar
- Geiningar og hagtøl
- Fíggjarstýring
- Dygdarmenning
- Starvsfólkaviðurskifti
- Samskipan av tiltøkum á eldraøkinum
- Hølisviðurskifti, tól og innbúgv hjá kommunulæknum
Seinastu størvini
Eingi størv leys