Elektron

Elektron

Arbeiðsplássið
Elektron
VangiØll størv
Um arbeiðsplássið
Elektron er ein KT-fyritøka, ið mennir, rekur og hýsir samfelagskritiskar skipanir fyri eina røð av kundum á føroyska marknaðinum. Her er møguleiki fyri at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum, ið krevja kreativar loysnir, skjóta levering og høgt trygdarstøði. Á Elektron raðfesta vit arbeiðsumhvørvið og trivnaðin. Her kann man vænta sær eitt dámligt og óformelt samskifti við sínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði.
9 Staravegur, Tórshavn 100, Føroyar

51-200

starvsfólk

Matur

Vit hava eitt stórt matarhøli og matarskipan, og fáa tískil góðan, sunnan mat hvønn dag.

Arbeiðstíð

Vit hava flextíð.

Heimaarbeiðspláss

Møguleiki er fyri at arbeiða heiman av og á.

Heilsa

Vit tryggja okkara starvsfólk tá heilsan bilar! Vit bjóða samlagstrygging, trygging við sjúku og viðgerðartrygging.

Undirhald

Vit hava javnan tiltøk. Føst tiltøk eru starvsfólkaútferð um summarið, havhestaveitsla, jólaveitsla, ársveitsla og føstulávintsveitsla.

Rørsla

Vit skipa fyri ymiskum ítrótti fyri okkara starvsfólki. Í løtuni skipa vit fyri badminton og felags fótbólti. Eisini veita vit mðr. heilsuískoyti, ið kann brúkast til ein part av gjaldinum fyri eitt nú venjingarmistøðir.

Seinastu størvini

Eingi størv leys