Býlingshúsið vesturi á Flat

Býlingshúsið vesturi á Flat

Arbeiðsplássið
Býlingshúsið vesturi á Flat
VangiØll størv
Um arbeiðsplássið
Býlingshúsið vesturi á Flat liggur á Vegnum Langa í Hoyvík, og í løtuni fer stór um- og útbygging fram her hjá okkum. Vit fáa fýra nýggjar stovur, og harvið veksur stovnurin til at kunna hýsa umleið 100 børnum. Vit leggja stóran dent á trivnað, bæði hjá stórum og smáum. Vit hava ein sunnan og virknan gerandisdag saman. Vit eru nógv úti í náttúruni. Stovnurin liggur sera væl fyri og hevur fantastiska náttúru bæði omaneftir og niðaneftir. Í løtuni starvast seks námsfrøðingar, tríggir motorikkvegleiðarar og seks hjálparfólk á stovninum.
11 Per Mohrs vegur, Hoyvík 188, Føroyar
Seinastu størvini

Eingi størv leys