Bakkafrost
Bakkafrost
Bakkafrost

Yvirstýrimaður til Bakkafoss

Yvirstýrimaður til “M/S BAKKAFOSS”

Vit søkja eftir yvirstýrimanni til Bakkafoss.

Bakkafossur byrjaði í vinnu í januar 2023 og er eitt nýmótans tænastuskip, sum er 8.272 BT og hevur eina framtøkumegi á 4.000 kW. Skipið er útgjørt til feskvatnsviðgerð av laksi og kann harumframt flyta fisk til virkið. Bakkafossur er ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Bakkafrost at tryggja góða fiskaheilsu.

Førleikar til starvið

· Vinnubræv sum skipsførari STCW-reg. II/2

· GMDSS-vinnubræv

· Skeið í eldsløkking og sløkkileiðslu

· Heilsuprógv og trygdarskeið

· Onnur viðkomandi skeið

Tín vangamynd
Tú lýkur omanfyri nevndu krøv og hevur royndir sum yvirmaður á brúnni. Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur og dugir væl at leggja arbeiðið til rættis. Tú ert ábyrgdarfull/ur, hevur ein positivan hugburð til arbeiði og hevur góð samstarvsevni. Eisini ert tú áhugaður at arbeiða við livandi fiski og leggur dent á djóravælferð.

Vit bjóða

Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv umborð á einum skipi, har dentur verður lagdur á ein tryggan og væl skipaðan rakstur. Tú verður partur av eini royndari manning, sum arbeiðir tætt saman við øðrum starvsfólkum í alingini.

Vit bjóða góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir

Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið er 3 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært felags sáttmálum millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50.

Umsókn

Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt sum tær koma inn. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Lýsing er stovnað3. november 2026
Umsóknarfreist16. november 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
9 Bakkavegur, Glyvrar 625, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki