Undirvísingarstýrið
Undirvísingarstýrið
Undirvísingarstýrið

Vit sóknast eftir tveimum fulltrúum til fólkaskúlaøkið

Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og leiðslumenning og brennir tú fyri skúlaviðurskiftum í fólkaskúlanum? So hevur tú møguleika at søkja starv sum fulltrúi í Undirvísingarstýrinum.

Talan er um tvey spennandi og fjøllbroytt størv við nógvum avbjóðingum. Tú verður partur av fólkaskúlatoyminum, sum m.a. hevur sum meginuppgávu at fyrisita fólkaskúlan, frískúlarnar, eftirskúlarnar, sernámsfrøðiliga økið og frítíðarundirvísingina.

Um størvini
Vit sóknast eftir tveimum starvsfeløgum, sum saman við toyminum fara at hava hesar høvuðsuppgávur:

  • virka fyri førleikamenning av leiðslunum í fólkaskúlanum
  • skipa og tryggja góða starvsfólkarøkt av leiðslunum í skúlanum
  • viðgera yvirskipað starvsfólkaviðurskifti, skipa setanartilgongdir til skúlaleiðarastørv og veita leiðslum ráðgeving í starvsfólkamálum og fyrisitingarligum viðurskiftum
  • verða við at skipa arbeiðið við dygdarmenning
  • umsita føroyskt sum annaðmál í fólkaskúlanum
  • at viðgera og taka avgerð í viðkomandi fyrisitingarligum málum á økinum, serliga frítíðarundirvísing, eftirskúlum og frískúlum
  • leiða og luttaka í tvørgangandi verkætlanum og menningararbeiði innan økið
  • aðrar fyrisitingarligar uppgávur, sum verða lagdar til fulltrúan og toymið

Førleikakrøv
Vit vænta, at okkara nýggju starvsfelagar:

  • hava viðkomandi útbúgving og royndir innan starvsøkið
  • hava góð samstarvsevni, eru liðspælarar og eisini kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • eru tænastusinnaðir
  • kunnu orða seg greitt og skjótt í skrift og talu á góðum føroyskum máli
  • hava vilja og evni at royna nýggjar leiðir

Tað er ein fyrimunur, at umsøkjararnir kenna væl til fólkaskúlan. Leiðsluroyndir í fólkaskúlanum ella aðrastaðni kunnu eisini vera ein fyrimunur

Setanarviðurskifti
Størvini verða lýst til setanar frá 1. november 2024 ella skjótast til ber.
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Flokkinginverður ásett eftir útbúgving og royndum.

Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum øðrum skjølum skal veraUndirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 19. september 2024 kl. 12.00.

Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 9
110 Tórshavn
ella við t-posti: undirvising@uvs.fo

Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Vagn Foldbo, deildarleiðara, tlf. 555057

Lýsing er stovnað3. September 2024
Umsóknarfreist19. September 2024
Stað
72 Hoyvíksvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki