

Vit sóknast eftir tænarum til Áarstovu!
Hevur tú áhuga fyri mati og víni? Trívist tú við at hava skund, og ynskir tú at geva gestum eina uppliving, tey ikki gloyma? So hevur tú nú møguleika at gerast partur av okkara framúrskarandi toymi á Áarstovu!
Ein søgulig matstova við serligum sniði
Áarstova í hjartanum av Tórshavn er ikki bert ein matstova – hon er eisini ein partur av føroysku mentanini. Húsini hava verið barnaheim hjá stórskaldunum Hans Andrias og Janus Djurhuus, ið ofta verða nevndir Áarstovubrøðurnir.
Í dag borðreiða vit við framúrskarandi lambs- og sjósavnsrættum í hugnaligum hølum, sum hava varðveitt ein søguligan dám.
Hvat arbeiðið umfatar
Arbeiðið er fyrst og fremst fast annaðhvørt vikuskifti og 1-2 yrkadagar um vikuna. Hetta er eitt starv fyri teg, ið trívist í eini skjótari gongd og hevur hug at seta gestin í miðdepilin.
Vit bjóða tær:
- At gerast partur av einum sterkum og samansjóðaðum toymi, har tænastan er í hásæti.
- Eitt serligt arbeiðsumhvørvi í einari av mest ikonisku bygningunum í Føroyum, har søgan kenst millum veggirnar.
- Eitt tætt samstarv við tænarar og kokkar frá ROKS, Ræst og Barbaru, har serligt samhald ‘heima í Havn’ setir dám á gerandisdagin.
- Innlit í bæði mat og vín av hægstu góðsku. Vit skipa javnan fyri vínskeiðum, soleiðis at tú fært góða vitan um tað, tú borðreiðir við.
Vit vænta av tær:
- Vit leggja størri dent á ágrýtni og vilja enn á royndir.
- At tú ert fyrikomandi og hevur hug at práta við gestirnar, soleiðis at tey altíð kenna seg vælkomin.
- At tú hevur áhuga fyri mati og víni og hevur hug at læra meira um hetta.
- At tú hevur orku og gleði til at geva gestunum eina einastandandi tænastu, ið setir dám á teirra uppliving.
Umsókn og samband
Umsóknarfreistin er 20. apríl 2025, men tað er betri at søkja í dag enn í morgin, tí vit hava samrøður leypandi.
Vend tær til Áarstovu á aarstova@aarstova.fo, um tú hevur spurningar.

